Røða, tá Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, bjóðaði vælkomin til handanina av mentanarvirðislønum fyri 2011 á Tjóðpalli Føroya, 15. januar 2012
Mentanarvirðislønirnar 2011
Gott kvøld øll somul, og vælkomin til hesa hátíðarløtu á Tjóðpalli Føroya, nú mentanar-virðislønir landsins fyri 2011 verða handaðar.
Tjóðpallurin er mest sum fullsettur í kvøld, og varpað verður eisini út til tykkara, ið lurta eftir Kringvarpi Føroya.
Vælkomnir Jóanes Nielsen, Kristian Blak og Sakaris Fríði Stórá.
Tað er hugaligt, at vit í kvøld kunnu heiðra framúrskarandi lista- og mentanarligu avrik tykkara.
Vit fáa eisini høvi at njóta fjølbroytt brot úr verkum tykkara, umframt at kvøður verða bornar fram.
Mentanarvirðislønirnar eru við til at seta ljóskastaran á nakrar av úrmælingunum okkara innan mentan og list.
Mentan og list eru partur av okkara lívsgrundarlagi.
Mentan og list eru virðisskaparar í sær sjálvum, bæði tá tað kemur til lívsvirði, trivnað, íverksetan og búskap. Uttan mentan og list er okkum ikki lív lagað.
M.a. tí eru mentanarvirðislønir landsins so týdningarmiklar, og tí er tað mær ein heiður, sum landsstýrismaður, at kunna handa Mentanarvirðisløn Landsins, Heiðursgávu Landsins og Virðisløn til ungt listafólk í kvøld.
Eg fari eisini at takka Jenny C. Petersen, stjóra á Tjóðpalli Føroya, fyri at hýsa tiltakinum.
Enn einaferð hjartaliga vælkomin til handanina av mentanarvirðislønum landsins fyri 2011.
Takk fyri.