RØÐA, IÐ VÁR Í ÓLAVSSTOVU HELT, TÁ IÐ HEIÐURSGÁVAN TIL UNGT LISTAFÓLK VARÐ HANDAÐ Í VÁGI 15. JANUAR 2014
Røða, ið Vár í Ólavsstovu helt, tá ið Heiðursgávan til ungt listafólk varð handað í Vági 15. januar 2014
“Eg visti tað altíð”, var fyrsti tankin, sum kom til mín, tá ið eg fekk at vita, hvør fór at fáa heiðursgávuna til ungt listafólk á hesum sinni. Eg var upp í loft tann dagin, eg varð spurd, um eg kundi siga nøkur orð um unga listafólkið í ár. Tað vísti seg at vera ein av gomlu næmingum mínum í Hoydølum, men hetta visti mentamálaráðharrin einki um, og eg hevði sagt ja, áðrenn eg visti, hvør unga listafólkið var. Longu fyrsti stílurin frá Trygva boðaði frá, at her var nakað serligt, her var ein rithøvundaspíri av teimum lovandi á veg. Málsliga flogið og máltilvitið var framúr og evnini at lýsa neyvt, bæði ítøkilig og úrtøkilig viðurskifti, var í flokki fyri seg. Hesin smædni, droymandi og lítið prátingarsami unglingin hevði tamarhald á tankanum og orðinum, tá ið hann fekk høvi at orða seg skrivliga. Sjáldan havi eg sæð eitt ungt fólk við so stórum áhuga fyri máli, stíllegum og málsins og hugans dýpdum og loynidómum. Og kunnleikin øktist og búnaðist, og her standa vit so við fyrsta savni hansara, sum í allar mátar er ein virðilig fyrstaútgáva. At ganga ímóti streyminum, at bróta mørk, málsliga, frásagnarliga og stilistiskt krevur evni, dugnaskap og áræði. Trygvi valdi ongantíð løttu loysnina, tað var Kafka og hansara umskapanir og skipanartrælkan, avbyrgingin av hugflognum og intellektinum, sum hevði áhugan. Tónleikurin hann m.a. bar fram fyri fronskum studentaskúlanæmingum, tá ið vit vóru námsferð har, var á ongan hátt mainstream. Hesin lítillátni og fáligi ungi maðurin var djarvur í síni listarligu framsøgn, og fínasta stásið var funnið fram, tá ið hann og ein vinmaður fóru á grøvina hjá Jim Morrison at heilsa einari stórari fyrimynd, og sjálvandi skuldi Jim eisini hava ein lítlan av úrvalda viskinum hesa hátíðarløtuna.
Tónleikur og orð við íblástri frá altjóða smala og kultiska mentanarkringinum, geva føroyskum skaldskapi og enskmæltum tónleiki ein millumtekstaligan tematiskan búna og samtekst á høgum góðskustigi, og í føroyskum samanhangi er talan um nýbrot og brúgvabygging millum mentanir og listasløg og samanrenning millum tíð og stað. Eg veit ikki, um honum dámar tað, soleiðis at fáa eitt eyðkennismerki sett á seg, men í hansara fjølsamansettu list er seinmoderniteturin av álvara komin inn í føroyskar bókmentir.
Trygvi gav í 2013 út fyrsta savn sítt. Longu heildin, savn við yrkingum og stuttsøgum og fløga og LP-pláta við tónleiki og enskmæltum teksti, ber boð um, at her er talan um eina sera listarliga øðrvísi og tilvitaða útgávu. Heitið “The Absent Silver King” ber ikki beinleiðis boð um, at innihaldið er á føroyskum, og tað er ikki hissini føroyskt, sum tú kemur fram á, tá ið tú letur savnið upp. Tú merkir beinanvegin sum lesari, at her er hjúklað um málbúnan og orðavalið er ikki tað, sum liggur næst fyri, tað er mýkt og hevur orðsamansetingar og orðaformar, ið ikki eru vanligir í málinum, og sum megna inniliga og neyvt at lýsa sinnisstøður, sum eru truplar at fata og seta orð á, men Trygvi megnar tað trygt og búgvið, serliga tá havt verður í huga, at talan er um eina fyrstuútgávu. Trygvi er ikki eitt óskrivað blað, hann var sera virkin og ein av berandi kreftunum á ungdómssíðuni Røddini, tá ið hon byrjaði. Har hevði hann fleiri skaldsligar tekstir, ummæli og annað. Hann hevur eisini havt eina stuttsøgu í Vencli, sum eisini snýr seg um Lív, eins og fyrsta stuttsøgan í The Absent Silver King. Sum heild er skaldskapur Trygva ein undran og lovprísan av lívinum. Hvussu skroypiligt og eirindaleyst lívið enn er, so er tað stórbært í síni kjarnu. Lívið byrjar sína ferð, tá ið sáðkyknan stríðist við aðrar sáðkyknur at gerast tann, sum gitir eggið. Innara sjónarhornið hjá eini sáðkyknu og tankar hjá fostrinum í móðurlívi fer um øll tilvitskumørk. Sama er lagnan og lívið eftir deyðan, hesi gerast partur av veruleikanum ella ber tað til í sambandi við skaldskapin hjá Trygva at tosa um veruleika? Hann er í hvussu er ikki bara tað vit síggja og skilja, hann er eisini handan alt tilvit, alla orðseting og alla veran, og júst henda eksistentiella alheim, har menniskjans tilvit ikki røkkur, megnar Trygvi so meistarliga at seta orð á. William Heinesen varð einaferð spurdur, hvaðani rithøvundar vita alt tað, sum teir skriva um.
Hann hevði tað svarið, at tað er nakað, ið hendir í listarligu skapanargerðini. Eg fái hug at spyrja Trygva sama spurning, hvaðan veitst tú alt tað, tú skrivar um? Eg veit væl, at tú ert áhugaður í allari list og øllum eksistentiellum spurningum, og tað sæst aftur í tí tú skrivar, men hvaðani veitst tú, hvussu sáðkyknan hugsar, hvussu barnið í móðurlívi samskiftir við mammuna í einum rúsevnisrúsi, og hvussu tann deyði hugsar um umstøðurnar í himmiríki? Hvaðani veitst tú alt hatta? Tað er kanska djarvt og at gera ov nógv av at siga um ein ungan høvund, at hann er vitandi og lívsklókur, men savnið hann hevur givið út ber boð um lívsklókskap, vitan og innlit í lívsins stóru spurningar og dirvið, sum eyðkennir ein ungdóm, ger at hann torir at seta orð á og spyrja spurningar um tilverulig stórmál, sum eingin enn við vissu hevur kunnað svarað til fulnar.
Við hesum megnar Trygvi at vísa okkum lesarum tað vald, sum høvundurin hevur á tí málsliga og spekiliga alheimi, sum fiktiónin ræður yvir. Her er høvundurin bæði skapari, freistari, lagna og bøðil og tað eru bara orðini og týdningar teirra, sum seta avmarkingarnar, men her steðgar Trygvi ikki, hann brúkar teksttýpur, uppseting, millumtekstasamband og tónleik at siga tað, sum orðini og tilvitið ikki rúma.
Samantvinningin av føroyskum og enskum vísir væl tann málsliga veruleika, sum altjóðagerðin hevur við sær. Savnið hjá Trygva er prógv um, at føroyskt stendur seg væl sum listarligt úttrykk, men tvímálsliga heildin vísir okkum eisini, hvussu avmarkaður føroyskmælti mentanarkringurin er, og tí er tað ómetaliga gleðiligt, at mentamálaráðharrin hevur valt at heiðra ein ungan rithøvund, sum tekur sítt yrki í størsta álvara, og sum hevur so stóra virðing fyri intellektinum, fagurfrøðini og tí skrivaða orðinum. Hjartaliga til lukku Trygvi, vónandi fara vit at síggja meira frá tínari hond. Eg gleði meg longu.
Vár í Ólavsstovu