Røða hjá Poul Geert Hansen, aðalstjóra, í sambandi við fernisering hjá Vígdis Petersen Høgagarð í Mentamálaráðnum 10. september 2014 - “Spectrum”
Vælkomin til ferniseringina hjá Vígdis Petersen Høgagarð!
Tað er altíð ein stórur dagur hjá okkum, tá vit lata upp eina nýggja framsýning til gleði fyri okkum starvsfólk og fyri tey mongu fólkini, ið hava ørindi í ráðnum.
Listafólkið hesa ferð er Vígdis Petersen Høgagarð, sum m.a. hevur útbúgving sum Unika Designari frá Danmarks Designskole. Vígdis sýnir fram keramisk verk, sum hon fyri ein stóran part hevur gjørt í Japan í “The Shigaraki Ceramic Cultural Park”. Íblástur til verkini hevur Vígdis annars fingið bæði frá ferðum í Føroyum, Íslandi og Japan. Vígdis hevur tikist við list í mong ár, serliga við skulptur og málarí. Hon hevur havt framsýningar bæði í Føroyum og uttanlands.
Vit kunnu við orðunum hjá Inger Smærup Sørensen í bókini Livandi List siga, at “Listin hjá Vígdis Petersen er eyðkend av eini ævinligari leitan, og at hon roynir seg fram”. Partur av hesi framsýning er úr verkinum “Kvæðabrot”, og vit kunnu aftur endurgeva Inger Smærup Sørensen, sum greiðir soleiðis frá verkinum: “Vakurleikin í hesum verki er tann fullfíggjaði fullkomuleiki og tann vakra litmedferðin í hvørjum einstøkum skapi.” Eg haldi, at henda lýsing er eisini rámandi fyri framsýningina, Vígdis hevur sett upp her í Mentamálaráðnum.
Vígdis hevur annars greitt frá, at hon við framsýningini “Spectrum” vísir á ymiskar kreativar rætningar í sambandi við m.a. undirvísing. Vígdis fer sjálv at undirvísa og hava verkstovur á nýggja Listaháskúlanum í Tórshavn, og tað verður m.a. í tí tøkni, ið vit síggja dømi um her á framsýningini.
Vit takka Vígdis fyri at vilja sýna fram her í Mentamálaráðnum og ynskja henni til lukku við ferniseringini og góðan byr á Listaháskúlanum.
Nú fer Kristian Blak, klaversnillingur og tónasmiður, at spæla tónleik fyri okkum.
Takk fyri.
Mynd: Aðalstjórin handar listakvinnuni blómutyssi