19.01.2012 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Røða hjá Mikkjal Helmsdal fyri Sakarisi Stórá á Tjóðpalli Føroya 15. januar, 2012, í sambandi við handan av “Virðisløn til ungt listarfólk”

Røða hjá Mikkjal Helmsdal fyri Sakarisi Stórá á Tjóðpalli Føroya 15. januar, 2012, í sambandi við handan av “Virðisløn til ungt listarfólk”

Harra Landsstýrismaður, háttvirda samkoma og góði virðislønarmóttakari, Sakaris.

”Virðisløn til ungt listafólk” er ætlað ungum listafólki sum kveikjan, stimbran og stuðlan.

Sveisiski dramatikarin Friedrich Dürrenmatt segði einaferð, tá hann á búnum aldri tók ímóti teirri fremstu sveisisku bókmentavirðislønini, at virðislønir er nakað ein listarmaður fær, tá hann ikki longur hevur brúk fyri pengunum. Tað passar kanska ikki altíð í Føroyum – her kann eitt fíggjarligt íkast koma væl við allastaðni í mentanarlívinum, eisini hjá royndum og viðurkendum listarfólkum. Men tað liggur tann sannroynd í útsøgnini hjá Dürrenmatt, at vit í sambandi við mentanarvirðislønir ofta líta aftureftir, fagna og heiðra tað, sum longu er gjørt, sum er etablerað og góðtikið, og kanska í minni mun hyggja frameftir og royna at hjúkla og nøra um tað, sum koma skal, og sum skal hava endurnýggjanina við sær. Vit reisa minnisvarðar fyri fortíðarinnar list, heldur enn at planta fræ og skapa gróðrarbotn fyri endurnýggjan og nýbrotum. Tí er tað eitt gott hugskot hjá landsstýrismanninum at lata eina mentanarvirðisløn at stuðla og eggja ungum listarfólkum. Eina virðisløn, ið ger mentanarliga íløgu í framtíðina og sum verður latin, meðan stuðulin enn fellur, sum tey siga í dag, á eitt turt stað. Eg vóni, at hendan virðislønin til ung listarfólk verður ein fastur táttur í sambandi við mentanarvirðislønir landsins árini framyvir.

Sakaris Fríða Stórá fær hesa virðislønina fyri at hava sýnt serliga góð evni innan filmslist.

Tað hendir nógv nýtt og spennandi innan føroyskan film beint nú. At úrslit vísa seg nú er ein samanrenning av fleiri ymiskum tættum. Tað at undirvísing í filmi hevur verið ein vallærugrein á miðnámsskúlunum seinastu árini. Tað at filmsverkstaðurin Klippfisk hevur givið ungdómi –fyri tað mesta í høvuðsstaðnum, men í seinastuni við stuðli frá Mentamáláráðnum eisini úti um landið- atgongd til útgerð og ráðgeving. Alt hetta hevur spakuliga økt um virksemið innan film, og vit síggja nú alt størri og meira ambitiøsar verkætlanir frá okkara ungu filmsskaparum. Fleiri ungir føroyingar hava nomið sær ella eru í ferð við at nema sær útbúgving innan fyri film.

Tí er tað eitt gott val, at landsstýrismaðurin við hesi fyrstu virðislønini til eitt ungt, lovandi listarfólk hevur valt at seta ljóskastaran á føroyska filmslist og tað spírandi virksemið, sum er millum ung føroysk filmslistarfólk.

Tað, sum tørvur er á beint nú innan føroyskan film, er, at vit stuðla og eggja talentunum og eldsálunum, sum eiga evnini og gávurnar at føra føroyska filmslist framá.

Og har er valið av Sakarisi Stórá sera væl rakt. Tí í honum eigur føroyskur filmur bæði eitt ungt filmiskt forteljaratalent og eina eldsál, sum brennur fyri filmslistini, og sum brennur fyri at gera film í Føroyum, á føroyskum, við støði í føroyskum søgum.

Hvør er so hesin ungi 25 ára gamli skopuningurin, sum hevur gjørt so væl vart við seg innan føroyskan film?

Sjálvur kom eg at kenna Sakaris fyri 5½ ári síðani, tá eg stóð á odda fyri norðurlendska Filmssummarskúlanum FISK 2006, sum varð hildin í Føroyum, og har ungdómar úr Føroyum, Noreg, Svøríki og Finlandi luttóku. Hetta var eitt 14 daga skeið, har næmingarnir vóru býttir í tríggjar bólkar, sum framleiddu hvør sín stutta spælifilm frá grundini av, t.v.s. frá hugskoti, til handrit til lidnan film – undir kønari vegleiðing frá royndum yrkisfólki innan filmslist úr øllum Norðurlondunum.

Sakaris tók lut og valdi sær filmsljóð sum arbeiðsøki. Fyrsta inntrykkið av Sakarasi var, at hetta var ein heldur stillur ungur maður við einum nørdutum áhuga fyri tøkniligu síðuni av filmsgerðini. Men gjøgnum teir 14 dagarnar, ið skeiðið vardi, gekk skjótt fram, at maðurin var ikki so afturhaldin kortini. Hann røkti sín leiklut sum ljóðmaður í sínum framleiðslubólki við stórum nærlagni, men tað var ikki at taka feil av, at her var ein maður, sum dugdi og vildi annað og meira enn tøknina, tá um filmsgerð ráddi, sum heilhugaður gav sítt íkast til at skapa stílin og søguna í filminum, sum hann var við til at framleiða. Og tað kom eisini skjótt til sjóndar, at hóast maðurin at byrja við tóktist eitt sindur smæðin og egin –sum bygdamenn jú oftani gera, tá teir skulu gera seg galdandi millum tey kulu í Havn- so hevði hann ríkiligt av bæði vitan og humori at oysa av.

Undan Filmsummarskúlanum í 2006 hevði Sakaris gingið eitt ár á filmslinjuni á Agder Folkehøgskole í Noreg. Og í 2007 gekk leiðin aftur til Noregs, har hann tók eina 2 ára filmsútbúgving á Nordland Kunst- og Filmfagskole í Lofoten. Filmurin Passasjeren, sum vit skulu síggja um eina løtu, var endaligi fráfaringarfilmurin hjá Sakarasi á hesum skúlanum.

Passasjeren vísir hvørjar styrkirnar og áhugamálini eru hjá Sakarisi sum filmsleikstjóri. Her sæst ein sera góður ansur fyri dramaturgi – eini evni at skera eina søgu inn til beinið og fortelja hana við sera einfaldum miðlum. Her er sera góð persónsleikstjórn. Sjónleikararnir eru amatørar, men tað sæst ikki aftur í filminum. Vit trúgva sum áskoðarar upp á persónarnar, ið vit síggja. Sakaris hevur eisini ein forkærleika fyri sosialari realismu, sum er sjónligur í filminum, at siga søgur um verulig menniskju í einum veruligum gerandisdegi. Og her er eisini eitt nærlagni í handverkinum og ein stremban eftir samsvari millum hondverkið í filmsgerðini og søguna, sum skal forteljast.

Tá ein so samstundis kennir inspiratiónskeldurnar til filmin, so sæst eisini, at vit hava við ein ungan listarmann at gera, sum dugir at brúka temu og motiv úr øðrum listarverkum og brúka tey til at skapa nakað nýtt, sjálvstøðugt og upprunaligt. Tvær bøkur hava sambært Sakarisi sjálvum inspirerað søguna í Passasjeren. Onnur er Glansbílætasamlarararnir eftir Jóannes Nielsen. Úr einum av søgunum/kapitlunum í hesi bókini hevur hann fingið motivið at vera fangaður við einum øðrum persóni í einum taksabili uttan at kunna sleppa sær burtur frá støðuna, at ikki at kunna rýma undan eini óynsktari samrøðu. Hin keldan, sum hevur verið íblástur til filmin, er Bíblian og líknilsið um tann burturvilsta sonin ... sum í viðgerðini hjá Sakarasi fær umvent fortekn upp á allar mátar. Hóast inspiratiónskeldurnar eru eyðsýndar, tá ein fær at vita um tær, so er Passasjeren eitt sjálvstøðugt listarverk, sum livir sítt egna lív leyst av upprunaligu fyrimyndunum. Og tað er styrkin hjá einum góðum søguforteljara – at duga at finna íblástur í umhvørvi, søgum og hendingum rundan um seg, at finna byggisteinar til søgur í gerandisdegnum og í verkum hjá øðrum og skapa sítt egna listarverk burtur úr teimum.

Passasjeren er frá 2009 og er seinasti filmurin hjá Sakarasi. Men hóast tað, so hevur hann ikki verið latur ella óproduktivur hesi seinastu 2½ árini.

Hetta tíðarskeiðið hevur hann arbeitt við filmsverkætlanum hjá øðrum sum upptøku- og ljóðmaður. Hann hevur verið ein íðin undirvísari fyri Klippfisk – á filmssummarskúlum fyri ung, á skeiðum fyri nýbyrjarar og á skeiðum, sum Klippfisk hevur hildið fyri skúlaungdómi kring landið. Og tað hevur hann gjørt við einum smittandi eldhuga og ídni, sum hevur fingið næmingarnar at luttaka av fullum huga. Hann hevur sagt, at hann kennir tað sum eitt kall at undirvísa og at bera kunnleika sín víðari til tey yngru

Sakaris hevur eisini skrivað fleiri filmshandrit hesi seinastu trý árini. Eitt av teimum verður gjørt til veruleika í summar. Hetta er ein stuttfilmur, sum skal takast upp í Føroyum. Hann verður sambært Sakarisi øðrvísi enn teir, ið hann hevur gjørt áður. Ikki so sosialrealistiskur. “Meira happy ...sum ein poppsangur”, hevur hann sagt.

Hóast Sakaris býr og arbeiðir í Føroyum og hevur røturnar væl festar í heimbygdini Skopun, so er hann ikki nakar heimføðingur, tá tað kemur til tað fakliga og listarliga arbeiðið. Hann samstarvar t.d. við ein norskan høvund um leikrit síni og til stuttfilmin, ið hann fer at gera í summar, hevur hann fingið ein belgiskan, altjóða viðurkendan fotograf at standa fyri upptøkunum.

Í løtuni er hann í ferð við at gera ein dokumentarfilm um ein av okkara kendastu rokkbólkum, sum júst hevur spælt eina nýggja fløgu inn.

Upp á longri sikt hevur hann eitt næstan liðugt spælifilmshandrit á goymslu, og vónar, at fáa møguleika at gera hendan filmin til veruleika eina ferð ikki alt ov langt úti í framtíðini.

Sakaris er ein ungur maður, ið brennur fyri filmi og hevur ofrað nógv fyri at kunna arbeiða burturav við filmi hesi seinastu árini. Tað hevur kravt nógv frával, og hann hevur givið avkall upp á nógv av tí materialla lívinum, ið javnaldrar hansara liva.

Sakaris hevur lýst sína starvsleið soleiðis, at hann er komin til eitt point of no return. Hann hevur valt filmin fram um alt annað og kennir at hann er komin hartil, at hann má halda fram. Tað er ov seint at saðla um nú og velja nakað annað.

Sakaris hevur sagt, at hann vil helst arbeiða í Føroyum. Pengarnir og møguleikarnir eru helst fleiri uttanlands. Men her er tann mentanin og tað jørðildið, ið hann kennir best. Tó so – hann vil heldur gera filmar á norskum, donskum ella enskum enn slættis ikki at gera film.

Tað at gera film í Føroyum er øðrvísi, sigur hann. Tað er ”eitt sindur løgnari”, ”sum at berjast við vindmyllur”. Og tað er nokk tann hugburðin, ið ein skal hava, um ein skal trúgva upp á tað og blíva við at satsa upp á at gera film í Føroyum.

Góði Sakaris.
Eg haldi, at tað er eitt gott val at geva tær hesa virðislønina. Eg veit, at tú ert glaður fyri og virðismetir tað heraklappið, ið tú fært her í kvøld.
Og tú hevur avgjørt uppiborið tað.

Eg trúgvi uppá, at tú eigur nógvar søgur í tær og at tú fert at gera nógvar góðar filmar afturat. Og eg gleði meg til at síggja teir. Hjartaliga tillukku við heiðrinum.


Mikkjal N. Helmsdal,
nevndarlimur í filmsverkstaðnum Klippfisk