Røða hjá Jenisi av Rana, táverandi landsstýrismanni, á læraradegnum 2022 tann 8. november 2022
Týsmorgunin 8. november 2022 setti Jenis av Rana, táverandi landsstýrismaður, læraradagin 2022 í Norðurlandahúsinum.
Røðan kann lesast niðanfyri standandi.
Hjartaliga vælkomin øll somul til ársins læraradag.
Sum eg havi hugsað um og samskift við røðuskrivaran, hvat er týdningarmikið at taka fram í ársins røðu, er ymiskt komið mær í huga, sum hevur verið frammi í kjakinum farnu tvey til trý árini. Her hugsi eg m.a. um nýggju felags KT skipanin, sum, fyri at brúka sjóvinnumál, ”fór av bakkastokki”, í farnu viku.
Og um dagføringina og vónandi grundleggjandi broytingarnar av fólkaskúlalógini, sum er væl í gongd, og hvørs fyrstu úrslit eg sera spentur bíði eftir at fáa fyrsta dagin.
Uttan iva eru tit eins spent eftir at frætta, hvørjar broytingar og tillagingar nevndin og politiski fylgibólkurin mæla mær til at gera.
Sjálvur havi eg ikki krógvað, at eg vóni djarvar broytingar, bæði viðvíkjandi tímatali, lærugreinabýti v.m. Men lat meg nú ikki skapa órógv við at siga ov nógv, tíðin fer at vísa, hvussu verður, eri bert sera spentur.
Lat meg tó leggja afturat, at eg vóni, at vit fáa undirtøku fyri at lata eina slíka nevnd sita og arbeiða óbrotið ár eftir ár frameftir, soleiðis at broytingar í fólkaskúlalógini koma, tá tørvur er, og ikki bert, tá ávíst áramál nærum krevur, at nú er tíð komin at gera broytingar.
Røðuna í dag havi eg valt at vígt trivnaðinum í fólkaskúlanum, m.a. útfrá einari sera áhugaverdari samrøðu, sum eg í summar lurtaði eftir í útvarpinum.
Verturin tosaði við lærarinnu og ein námsfrøðing, sum báðar eita Katrin – Katrin Dagbjartsdóttir og Katrin Lindberg. Hetta var við skúlaársbyrjan h. 26. august, tær tosaðu um, tá børnini byrja í skúla.
Í hesum sambandi numu tær við ymsar trupulleikar, sum eru komnir við tíðini – eitt nú, at børnini eru strongd, hava órógv og ymiskt at stríðast við. Og at í dag verður nógv meiri kravt av øllum pørtum, bæði skúla, foreldrum og ikki minst børnunum sjálvum. Tosaðu um, hvussu vit mugu hyggja at øllum samfelagnum, hvussu vit hava skipað okkara lív – og at vit mugu gera okkum greitt, hvat í grundini man vera best fyri børnini- og raðfesta við tí í huga!
Hesar báðar skilagóðu kvinnurnar vístu á, at rætti lykilin til at loysa nógvar av trupulleikunum er at hava gott samstarv millum allar partar.
Eg havi goymt mær hesa samrøðuna og havi lurtað eftir henni meira enn einaferð.
Tí sum landsstýrismaður á økinum hoyri og síggi eg tað sama. Samfelagið er ómetaliga nógv broytt, og krøvini eru veruliga øgilig. Talið á børnum, sum krevja hjálp, bara økist – og tað virkar næstan, sum at líkamikið, hvussu nógv av hjálp, samfelagið setur inn, so er tað ongantíð nóg mikið.
Júst sum Katrin og Katrin vístu á, og onnur við, so meti eg eisini, at ein stórur partur av loysnini liggur í góðum samstarvi. Millum foreldur, lærarar og allar teir stovnar, sum vit í landinum hava til at taka sær av børnunum.
Trupulleikin er bara – og tað ásanni eg blankt – at samstarvið mangan ikki er nóg gott. Serliga ímillum teir ymsu almennu stovnarnar, sum tíverri ikki tosa nóg væl saman. Kanska tí teir hoyra til hvør sítt ”málaráð”. Til hvør sín pengakassa, og tí handla út frá øðrum fortreytum, enn hvat er best fyri einstaka barnið. Kanska er tað mátin, vit hava skipað samfelagið uppá, sum ikki er hin rætti, ikki er nóg góður.
Hetta er ein trupulleiki, sum eg rokni við, at tit øll kenna.
Men!
Nú fari eg at siga tykkum frá einari uppliving, sum eg haldi er ein sólskinssøga. Herfyri var eg í Íslandi, har eg m.a. vitjaði ein starvsbróður mín. Henda vitjanin gjørdist ein jalig uppliving av teimum stóru.
Hann er íslendskur ráðharri og eitur Ásmundur Einar Daðason. Saman við sitandi stjórn í Íslandi hevur hann simpulthen vent øllum barnaøkinum á høvdið.
Nú er tað EIN ráðharri, sum hevur ábyrgd av børnunum. Tað vil siga øllum stovnum, sum onkursvegna arbeiða við børnum og fyri børn. Sæð burtur frá fysisku heilsuni hjá børnunum, sum hoyrir til heilsumálaráðið, hevur hann so gott sum øll viðurskifti barnanna undir sær.
Ásmundur Einar Daðason hevur tittulin: Ráðharri í Undirvísingar- og barnamálum.
Tey hava sostatt eitt Barnamálaráð og ein einstakan ráðharra – sum bara skal arbeiða fyri børnini. Tað er heilt fantastiskt.
Tað merkir, at børnini ongantíð skulu detta niðurímillum tveir stovnar ella tvey ráð, sum vit javnan síggja dømi um her heima.
Og hevur eitt barn í Íslandi trupulleikar ja, so møtast umboð fyri eitt nú skúla, sernám, ítrótt, løgreglu og barnavernd fyri at tosa saman. Einaferð um mánaðin møtast øll tey, sum onkursvegna hava samband við hetta barnið - fyri at hjálpa tí. Tey tosa øll saman, leggja felags ætlanir og draga somu línu – til frama fyri barnið.
Er tað ikki fantastiskt!
Spurdur um úrslit, vísti Barnamálaráðharrin á Vestmannaoyggjarnar sum dømi. Eg væntaði ikki svar tá eg spurdi, tí so stutt er fráliðið síðani skipanin byrjaði. Jú, søgdu tey íðin og fegin, síðani henda skipanin í januar varð innførd í Vestmannaoyggjum, tvs. síðani umboð fyri ymsu stovnarnar fóru at møtast javnan fyri at hjálpa børnunum – hava tey lokað 7 barnaverndarmál. 7! Bara í Vestmannaoyggjunum (har eini 6000 fólk búgva).
Sum Katrin og Katrin nevndu, vit mugu samstarva, tá tað snýr seg um børnini. Og vit mugu hyggja at mátanum, vit hava skipað samfelagið, og spyrja okkum sjálvi, um okkurt átti at verið gjørt øðrvísi. Barnið má altíð vera miðdepilin, – og so mugu vit tillaga okkara skipanir til tað.
Íslendski barnamálaráðharrin staðfesti eitt, sum eg eisini havi tikið við mær aftur til Føroya:
»Vit hava ikki ráð til, at børnini ikki eydnast. Hvørki menniskjansliga – ella fíggjarliga.«
Tí í Íslandi – eins og hjá okkum – verður stórur tørvur á arbeiðsmegi komandi árini. Tað er alneyðugt at hugsa langt fram í tíðina og gera eina risa íløgu í børn, heilt úr vøggustovuni og upp ígjøgnum alla skúlaskipanina. Vit mugu taka lógvatak og hjálpa teimum, sum hava tørv á hjálp. Men tað nyttar so lítið, at stovnar einsæris fara út í sjálvdrátti. Tí hava vit ikki samstarv allanvegin runt um barnið; sláa vit ikki veruliga ring um tað fyri at hjálpa tí, ja, so munar tað lítið.
Íslendska stjórnin hevur arbeitt miðvíst síðani valið og hevur fingið fullan stuðul frá øllum flokkum. 2 milliardir íslendskar krónur eru settar í økið, soleiðis at rættindi, kor og karmar hjá børnunum verða tryggjað. Allanvegin ígjøgnum.
Eg var so heilt ótrúliga inspireraður av hesum mátanum at hugsa uppá, men kendi meg eisini eyðmjúkan, tá vit fóru av fundi.
Tað eru tó ikki bara vit, sum havi fingið íblástur, tí vit vóru ikki tey fyrstu, sum vóru komin á vitjan at frætta nærri, tí henda skipanin er enntá longu sett í verk í ávísum økjum í Svøríki – sum ein roynd - og áhugin annars, í mongum londum, er sera stórur, greiddu tey mær frá.
Barnið í miðdepilin. Og síðani samstarv millum allar neyðugar skipanir fyri at lofta barninum.
Við íblástri úr Íslandi kann eg boða frá, at vit fara at bøta munandi um karmarnar. Um samstarvið. Og harvið um møguleikarnar hjá teimum børnunum, sum annars vildu dottið niðurímillum. Sum tað fyrst taka vit av tilboði íslendinga, sum teir góvu okkum, tá vit spurdu um møguleikan, at senda nøkur av okkara serkønu til Ísland fyri at seta seg nærri inn í royndir og ætlanir teirra.
So vónandi halda eldsálir seg framat, so tað verður ein samlaður hópur, sum fer avstað til grannarnar í útnorði at leita okkum íblástur.
Eg fari at enda við einum so beinraknum setningi, sum Katrin segði í útvarpssamrøðuni í summar, ein setningur, sum kundi verið rammaður inn og hongdur upp í hvørjum einasta skúla, hvørjum einasta heimið, hvørjum einasta ráðið í Føroyum. Ja, enntá í Løgtinginum.
Hon segði: Vit mugu ikki skuffa børnini.
Vit mugu ikki skuffa børnini!
At verða skuffaður snýr seg um brotnar vónir, vánir og lyfti. Um tað, vit vaksnu ikki liva upp til, sum børnini annars væntaðu av okkum.
Við íslendskum íblástri fara vit vónandi at taka ráðini frá Katrin í álvara. At skipa betri samstarv millum ráð og stovnar, soleiðis at vit ikki skuffa børnini.
Eg ynski tykkum ein góðan og gevandi læraradag øll somul.
Takk fyri!