Skrivar tú ritgerð um Føroyar, Grønland og Danmark? So er hendan kappingin kanska nakað fyri teg.
Sum liður í at upplýsa um sambandið millum Føroyar, Grønland og Danmark, hevur danska Útbúgvingar- og granskingarmálaráðið tikið stig til eina ritgerðarkapping.
Talan er um eina kapping, har lesandi á masterstigi, sum skriva ritgerð um eitthvørt, sum hevur við Føroyar, Grønland ella ríkisfelagsskapin at gera, kunnu vera við. Einki ávíst evnið er ásett – ritgerðin kann snúgva seg um alt frá politikki til jarðfrøði, bara Føroyar, Grønland ella ríkisfelagsskapurin er í brennideplinum.
Í november næsta ár verða tríggir vinnarar funnir – ein úr Føroyum, ein úr Grønlandi og ein úr Danmark. Vinnararnir umboða universitet í teimum trimum londunum.
Hvussu geri eg?
Fyri at vera við, skalt ritgerðin verða próvdømd í várhálvuni 2020, og tú skalt í minsta lagi hava fingið 10 fyri ritgerðina. Tú skalt síðani senda ritgerðina saman við eini lýsing av henni, sum skal vera 5-7 síður og á enskum, til avvarðandi universitet. Síðani meta universitetini um ritgerðirnar og velja tær bestu, sum síðani verða sendar eini dómsnevnd. Dómsnevndin velur at enda tríggjar tær bestu – ein vinnara úr hvørjum landi.
Vinnararnir fáa 40.000 kr. hvør og sleppa at vera við til handanina, sum væntandi verður fríggjadagin 27. november í 2020.
Ætlanin er, at líknandi kapping eisini verður árini 2021 og 2022.
Tú kanst lesa meira um kappingina her: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/spennandi-kapping-fyri-lesandi-a-masterutbugvingum/