Leygardagin 15. oktober varð nýggi skúlin í Skopun vígdur og sýndur fram fyri almenninginum. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, var boðin við til hátíðarhaldið og helt røðu.
Brot úr røðuni:
Sum landsstýriskvinna í undirvísingarmálum fegnist eg um, at arbeiðið at byggja hevur gingið so væl. Frá tí at gongd veruliga kom í verkætlanina í fjør, hevur arbeiðið gingið bæði væl og skjótt, og nú kunnu vit standa her í snotiligu hølunum og fegnast um góðu umstøðurnar, sum skúlabørnini í Skopun hava fingið.
Áðrenn útbyggingina hevði skúlin tríggjar stovur. Nú hava tit seks, umframt stovu til heimkunnleika og nýggj vátrúm og vesi við brúsu.
Hetta má gera mun. Bæði fyri næmingar og lærarar.
Og tað hava tit uppiborið.
Steinbjørn B. Jacobsen sigur í yrkingini ”Vøkstur”:
Alt upplivað og lisið
Livir og veksur
skjýtur nýggjar nálir
Og skúlin er – og eigur at vera – eitt satt vakstrarhús.
Tað er í hesum bygningi, at framtíðin hjá Skopun verður myndað og formað. Tað er í teimum fyrstu skúlaárunum, at menningargrundarlagið verður lagt og týdningarmestu læruførleikarnir verða grundfestir, og tað er her, í skúlanum, at vit øll hittast. Skúlan eiga vit øll, í felag, og í honum læra vit at samstarva og luttaka í sosiala felagsskapinum á jøvnum føti við onnur.
Øll røðan kann lesast her.
Myndin: Kathrina Joensen, skúlastjóri í Skopunar skúla, Gerhard Lognberg, bygdaráðsformaður í Skopun, Rigmor Dam, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum, og Jógvan Fríðriksson, bispur.