Rigmor Dam mótmælir, at lærugreinin føroyskt verður strikað
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sendi mánadagin danska útbúgvingar- og granskingarministaranum eina áheitan um at fáa lærugreinina “føroyskt” aftur á skrá á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Í útvið 100 ár - ella líka síðani Christian Matras fór undir at undirvísa í føroyskum skaldskapi og máli á universitetinum í Keypmannahavn, hava danir og onnur lesandi havt møguleika at læra og granska í føroyskum máli.
Men nú er ætlanin at spara lærugreinina burtur. Eitt nýtt krav um, at lærugreinir skulu hava minst 30 lesandi, ger, at føroysku lærugreinini ikki longur er lív lagað.
Lærugreinin hevur verið lítil, men kortini hevur hvørt ár verið ein skari av eldhugaðum lesandi úr øllum heiminum, sum hava lisið føroyskt.
Tey hava verið úr so ymiskum londum sum Kanada, Ungarn, Serbia, Týsklandi og øðrum norðurlondum, og onkur teirra hevur valt sær Danmark sum lestrarland við tí eini grundgeving, at har bar eisini til at lesa føroyskt.
Tí heitir Rigmor Dam nú á danska útbúgvingar- og granskingarministaran um, at danir endurskoða ætlanina.
-Tað harmar meg almikið, at universitetið í Keypmannahavn, ið sum tað einasta universitetið uttanfyri Føroyar hevur bjóðað føroyskt sum lærugrein, nú sparir hetta tilboðið burtur.
- Grundgevingin er, at talið á tilmeldingum er niðanfyri 30. Men samstundis síggja vit, at fleiri aðrar lærugreinir á Humanistiska Fakultetinum ikki verða niðurlagdar, hóast næmingatalið er lægri enn 30, vísir Rigmor Dam, landsstýriskvinna, á.
Hon heitir staðiliga á danska ministaran um at tryggja lærugreinina føroyskt framyvir og veita henni tær sersømdir, sum eru neyðugar, fyri at undirvísingin kann halda fram.
Talið á lesandi í lærugreinini “føroyskt” á lærda háskúlanum í Keypmannahavn hevur seinastu árini ligið ímillum 6 og 19 árliga.