Rigmor Dam, landsstýriskvinna, á ársfund Norðurlandaráðsins í Reykjavík
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, fer í dag saman við løgmanni og øðrum landsstýrisfólkum á ársfund Norðurlandaráðsins, sum í ár verður hildin í Hørpuni í Reykjavík.
Umframt at taka lut í sjálvum ársfundinum skal landsstýriskvinnan m.a. á fund við norðurlendsku mentamálaráðharrarnar. Saman við mentamálaráðharrunum úr Grønlandi og Íslandi skal Rigmor Dam á fund í Útnorðurráðnum.
Á ferðini skal landsstýriskvinnan eisini hava fundir við aðrar ráðharrar eitt nú danska mentamálaráðharran, Bertel Haarder, og danska undirvísingarmálaráðharran, Ellen Trane Nørby.
Hósdagin fer landsstýriskvinnan á fund við íslendska mentamálaráðharran, Illuga Gunnarsson, og íslendska kringvarpsstjóran, Magnús Geir Þórðarsson.
Landsstýriskvinnan verður hjástødd, tá ið norðurlendsku heiðurslønirnar, har Føroyar eiga ikki færri enn fýra tilnevningar, verða handaðar í Hørpuni í annaðkvøld.
Rigmor Dam kemur aftur til Føroya fríggjadagin 30. oktober.