20.06.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Rásarúm og kreativitetur í føroyska fólkaskúlanum

Rásarúm og kreativitetur í føroyska fólkaskúlanum

Ein av lógunum, sum landsstýriskvinnan bar í tingið í vár, var lóg um fólkaskúlan, og lógarbroytingarnar eins og aðrar raðfestingar og broytingar kunnu lýsast soleiðis:

Handaverk og list og sangmentan

Skúlaleiðslur hava fingið meira frælsi at leiða við heimildini at veksla 2 t/v til handaverk og list, vallærugreinir, serlig átøk í flokkum. Í hesum broytingum sæst, at handaverk og list verður raðfest, tí hesar lærugreinir ikki hava havt nóg stóra rúmd í tí føroyska fólkaskúlanum í nýggjari tíð. Í hesum sambandi eru málningar eftir listakvinnuna, Mariu Mørkøre, við myndum av virknum børnum, og børnum sum fáast við handverk, hongdir upp inni á skrivstovuni hjá landsstýrikvinnuni.

  • Vit hava nú eitt gylt høvi at dvølja við handverkið og við listina, at taka upp viðkomandi samstørv og at arbeiða við at menna økini aftur innan skúlagátt. Eg haldi, at tað er sera umráðandi at seta fokus á handaligu og skapandi lærugreinirnar, so at næmingarnir fáa høvi til at savna seg um handaliga virksemi og fara meira í dýpdina, so teir ognar sær ein fakligan førleika, at nýta sítt hugflog og áhaldni umframt gleðina av at skapa nakað sjálvur, sigur Hanna Jensen.

Mynd: "Kreativ børn spæla úti í náttúruni við náttúruna", málningur, sum Maria Mørkøre, listakvinna, hevur málað.


Ein annar liður í hesi uppraðfesting er, at lærugreinin, sum hevur itið “Tónleikur”, nú hevur fingið heitið ”Sangur og tónleikur”, júst fyri at styrkja sangmentanina meira. Ætlanin at gera eitt uppfylgjandi arbeiði við amboðum, tilfari og menning til lærarar. Morgunsangur varð í sama viðfangið skrivaður inn í lógina, sum partur av hesum at varpa ljós á, varðveita, styrkja og endurnýggja føroysku sangmentanina.

  • Vit hava eina aldagamla sangmentan og frásøgumentan. Henda dýrgrip eiga vit at fjálga um og nýta sum part av lærutilgongdini í føroyskum og øðrum fakum við. Eg havi tí heitt á skúlarnar um at nýta ein tíma um vikuna í føroyskum í 1. – 3, flokki, so at grundstøði verður lagt í barnaárunum. Sangur og yrkingar eru eisini ein nátúrligur partur av móðurmálsundirvísingini, har næmingarnir læra bæði at seta orð á tað, sum yrkingin snýr seg um, at lesa og syngja. Yrkingar fata ofta viða, og eru tengdar at mongum ymsum fyribrigdum sum náttuúru, umhvørvi, kenslum , yrki og orðasamansetingum, sigur landsstýriskvinnan.

Mynd: "Skiparin lítli” eftir Mariu Mørkøre er hongd upp í Mentamálaráðnum, nú sangur og sangskatturin eru uppraðfest í fólkaskúlalógini


Longsti dagur, ráðlegging og menning

Fleiri aðrar broytingar, sum skulu styrkja skúlan, eru og verða framdar í komandi døgum:

Næmingar fáa komandi skúlaár summarfrí áðrenn longsta dag, og fimm dagar verða givnir lærarum til ráðlegging og námsfrøðiliga menning, undir leiðslu skúlans. Hesi eru liður í at støðugt fáa enn meiri dygd í okkara skúlatilboð, at styrkja fyrireiking og samstarv millum lærarar, eins og at geva rúmd til meira kreativitet og førleikamenning fyri lærarar. Ein liður er eisini at fáa tilfar til vega og at skipa fyri skeiðum og øðrum menningarátøkum fyri leiðslu og lærarum.

  • Hetta er hægsta summartíð, og næmingarnir tráa eftir at sleppa úr skúlanum og eiga eisini at fáa umstøður at gera nakað annað, vera úti í náttúruni og nýta summardagarnar og tey ljósu summarkvøldini. Samstundis hugsa lærarar og leiðsur um at taka saman um, um hvussu árið hilnaðist, og fáa nú tíð og umstøður til eftirmeting, ráðlegging o.a., sigur landsstýriskvinnan.


Førleikastovurnar og skúlavegleiðingin

Førleikastovurnar, sum vórðu skrivaðar inn í lógina í 2018, fáa nú nýggja kunngerð við arbeiðslýsingum fyri teir fakbólkar, tey starvsfólk, sum eru í og virka út frá førleikastovunum. Tíð er sett av til arbeiðið við eftirmetingartilfari byrjanarundirvísingini í lesing. Tíðin at samskipa og leiða arbeiðið í førleikastovuni er eisini økt og harvið er uppraðfest.

Seinast, men ikki minst, so verður skúlavegleiðingin styrkt, so røkkast kann longur niður til yngru flokkarnar við kunning og vegleiðing um yrki og útbúgving, sum skal menna tilvit næminganna um egnar førleikar og egnan áhuga, so tey verða betri før fyri at gera eitt meira tilvitað útbúgvingar- og yrkisval seinni.

  • Skúlavegleiðingin fær hervið eisini betri møguleikar at samstarva við viðkomandi partar uttanfyri skúlan, so bæði næmingar og vaksin fáa eina heildarkenda tilgongd til yrkis- og útbúgvingarspurningar. Nærri vegleiðing verður skrivað til hesa raðfesting eins og arbeiðið at dagføra kunngerðina fyri skúlavegleiðing verður sett í gongd nú, sigur Hanna Jensen at enda.

Børnini eru knýtt at fólkaskúlanum ein stóran part av sínum barna og ungdómslívi.

Fólkaskúlin eigur at vera hesin neisitin, og samstundis tann tryggi, fakligi savningardepilin, sum gevur íblástur grundað á fakligar, mentanarligar og sosialar upplivingar. 

Mynd: ”Partroling” eftir Mariu Mørkøre

Myndir: Birgir Kruse hevur tikið myndina av landsstýriskvinnuni og tikið mynd av øllum trimum málningunum hjá Mariu Mørkøre, listakvinnu