Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, helt sum kunnugt røðu í kringvarpinum í morgun í sambandi við at farið var undir at talgilda bandasavn Kringvarp Føroya.
Í røðuni varð av misgáum sagt, at útvarpskvinnan HjørdisThomsen var gift Eide. Hetta er ikki rætt. Hjørdis Thomsen var úr Nólsoy og gift við Hera Jensen. Seinni fekk hon sær eftirnavnið Madsdóttir. Ein onnur Hjørdis Thomsen ættað úr Norðagøtu var gift við Poul Eide.
Mentamálaráðið harmast mistakið.