Í ár fyllir Barnarættindasáttmálin 30 ár, og í tí sambandi verða børn úr øllum norðurlondum boðin til Keypmannahavnar á ráðstevnu.
Níggju børn í aldrinum 12-16 ár skulu umboða Føroyar á ráðstevnuni, og hesi vóru og vitjaðu landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum í morgun. Tey fingu sostatt møguleika at tosa við landsstýrismannin um hansara hugsanir og ætlanir viðvíkjandi rættindum hjá børnum í Føroyum.
Evnið fyri ráðstevnuna er grein 12 í Barnarættindasáttmálanum, sum í stuttum snýr seg um rættin hjá børnum at greiða frá sínum sjónarmiðum í øllum viðurskiftum, ið viðkoma teimum. Í sáttmálanum stendur, at børn og ung hava rætt til at hava sína egnu meining, og at hana skulu tey vaksnu virða.
“Børn skulu takast í álvara. Og tað er gleðiligt at uppliva, at vit í dag - samanborið við til dømis tá eg var barn - hugsa meira og meira um rættindini hjá børnum. Í dag hava fleiri fólkaskúlar til dømis næmingaráð, sum geva børnunum eina rødd – og tann røddin er sera týdningarmikil í einum fólkaræðisligum samfelag sum tað føroyska”, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í sambandi við vitjanina í dag.
Til ráðstevnuna í januar skulu bólkarnir, sum umboða ymisku londini, leggja fram tilmæli um, hvussu vit tryggja, at øll børn og ung kenna síni rættindi og verða hoyrd.