Ráðstevna - Vitan, veruleiki og visjón - Skúlin sum slóðbrótari
Í døgunum 12. og 13. november skipar Mentamálaráðið fyri ráðstevnu um happing fyri øllum starvsfólkum í øllum fólkaskúlum við heitinum: Vitan, veruleiki og visjón - Skúlin sum slóðbrótari. 12. november verður ráðstevnan í Skúlanum við Løkin fyri skúlum í Eysturoy og Norðoyggjum. 13. november verður ráðstevnan í Skúlanum við Løgmannabreyt fyri skúlum á Streymoynni, Sandoynni, Nólsoynni, Vágoynni og Suðuroynni.
Endamálið við ráðstevnuni er:
At varpa ljós á nýggjastu kanningina um happing í fólkaskúlanum. Lýsa og grundgeva fyri ástøðini handan kanningina, kortleggja happing í tølum og fyribrigdum, sum næmingar siga frá.
At varpa ljós á feska altjóða gransking innan happing. Hvørji rák gera seg galdandi nú, hvussu verður happing fatað aðrastaðni, og hvat krevur tað av skúlanum?
At skapa eina felags endurskoðaða fatan av happing. Seta spurningar við og gruna yvir, hvussu nýggja vitanin skal vera viðvirkandi til broytt virki í arbeiðnum at fyribyrgja og basa happing. Hvussu skulu vit brúka endurskoðaðu fatanina í skúlanum?
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, setir ráðstevnuna.