15.05.2017 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Ráðstevna um oyggjabókmentir við altjóða luttøku

Ráðstevna um oyggjabókmentir við altjóða luttøku

Um vikuskiftið vóru rithøvundar og granskarar frá ymiskum oyggjasamfeløgum og tjóðum kring allan savnaði á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Á skránni vóru oyggjabókmentir, og við støði í okkara egna William Heinesen, var farið kring knøttin við upplestrum av skaldskapi og framløgum av gransking.

Rithøvundarnir vóru úr tólv ymiskum oyggjasamfeløgum, og til samans vóru eini 20 lond umboðað á ráðstevnuni. Tað var Norðurlandahúsið, sum skipaði fyri, og Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, var við til at seta ráðstevnuna fríggjadagin.

Røðan