Mentamálaráðið skipar leygardagin 17. september fyri ráðstevnu um námsætlanirnar fyri øllum skúlastýrislimum. Ráðstevnan verður á Hotel Hafnia og byrjar kl. 11.30. Skúlastýrini kring landið hava ein týdningarmiklan fólkaræðisliga leiklut í fólkaskúlanum og umboða øll foreldur, og tí hevur Mentamálaráðið bjóðað øllum skúlatýrum til ráðstevnu í sambandi við ta stóru uppgávu at seta nýggju námsætlanirnar í verk. Uttan ein aktivan foreldraleiklut verður trupult at røkka málinum.
Á ráðstevnuni leygardagin verður ljós varpað á tær stóru avbjóðingar, sum sjøtul er settur á í skúlans arbeiði. Tað er sera umráðandi, at allir partar, ið varða av fólkaskúlanum gera sítt til, at arbeiðið at skipa undirvísingina sambært nýggju námsætlanunum fer at hepnast væl, og at vit hava felags fatan av nýggju skipanini við m.a málstýring og støðisførleikum.
Foreldraleikluturin hevur stóran týdning í øllum skúlans arbeiði, men neyðugt er, at foreldur eru kunnað og hava innlit í tær skipanir og fortreytir, sum undirvísingin byggir á, fyri at kunna luttaka í einum javnbjóðis samstarvi við skúlan.
Dagsins samfelag setur stór krøv til tann einstaka bæði viðvíkjandi útbúgving og sosialum førleikum. Fólkaskúlin er grundarlagið undir hesari menning, og tí er tað so umráðandi, at skúlin hevur greiðar námsætlanir at byggja sítt virksemi á. Námsætlanir, ið bæði seta krøv til fakligar, kreativar og sosialar førleikar.
Eydnast tað Mentamálaráðnum í samstarvi við skúlar, foreldur og kommunalar myndugleikar at seta námsætlanirnar í verk og vegleiða og eggja næmingunum til at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini, er nógv vunnið.
Námsætlanirnar skulu alsamt mennast og fáast at virka, so at tær rúma nýggjum avbjóðingum, sum neyðugt er at leggja dent á í mun til nýggja vitan og samfelagsmenning. Eisini skulu tær virka til frama fyri allar næmingar óansæð menningarstøði og førleika. Skipað verður tí fyri ráðstevnu fyri øllum skúlastýrum, sum hava týdningarmiklar uppgávur í sambandi við fjøltáttaðu uppgávu fólkaskúlans. Á ráðstevnuni verður høvi til bæði at seta verkætlanarbólkinum og landsstýriskvinnuni spurningar í sambandi við at seta nýggju námsætlarnir í verk.