01.11.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

RÁÐHARRAVITJAN ÚR GRØNLANDI

RÁÐHARRAVITJAN ÚR GRØNLANDI

Hesar dagar hevur grønlendski mentamálaráðharrin Nick Nielsen vitjað Bjørn Kalsø, mentamálaráðharra. Vitjanin byrjaði í gjár, 31. oktober, í Mentamálaráðnum, har fundur var um ymisk mál av áhuga fyri grønlendska undirvísingar, kirkju-, menta- og javnstøðumálaráðið.

Grønlendska landsstýrið er bert hálvt ára gamalt, og grønlendski ráðharrin hevur leitað sær til Føroya fyri m.a. at fáa íblástur til útbúgvingarpolitikkin. Annað mál av áhuga var málpolitikkur. Grønlendski ráðharrin legði dent á, at Grønland og Føroyar hava ymisk viðurskifti í felag. Bæði londini hava lítið fólkatal og eru í ríkisfelagsskapi við Danmark.

Alla halgannadag hevur verið vitjað í skúlanum á Argjahamri og á Vinnuháskúlanum. Grønlendska sendinevndin fór síðani til Klaksvíkar, har vitjað var á Sjónámi, Tekniska skúla og í Christianskirkjuni. Í sambandi við at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, legði krans á Syðradali til minnis um tey sjólátnu var Nick Nielsen eisini við.

Í grønlendsku sendinevndini eru umframt landsstýrismannin ella naalakkersuisoq Nick Nielsen, Mikael Kristensen, aðalstjóri, Bent Møller, ráðharraskrivari, Kaali Olsen úr undirvísingardeildini og Pia Lynge úr mentanardeildini.