Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur verið á norðurlendskum ráðharrafundi í Helsingfors mánadagin 2. mai. M.a. tók hon lut í einum pallborðsorðaskifti har norðurlendsku mentamálaráðharrarnir saman við aðalstjóranum í UNESCO, Irinu Bokova, viðgjørdu innihaldið í Unesco-sáttmálanum um mentanarligt margfeldni frá 2005. Landsstýriskvinnan hevði fingið til uppgávu at halda røðu, sum eisini skuldi fevna um Grønland og Áland. Røðan kann lesast á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum her.
3. mai var altjóða pressudagur, WPFD-2016 (World Press Freedom Day) og saman við UNESCO skipaði finski formannsskapurin í Norðurlandaráðnum fyri altjóða ráðstevnu dagarnar 3. og 4. mai í Finlandiahúsinum í Helsingfors.
Av evnum, ið vórðu tikin upp á ráðstevnuni vóru m.a. trygdin hjá blaðfólkum, rættindi hjá almenninginum til upplýsingar um ymisk almenn samfelagsviðurskifti, eins og menningin innan skjóttgangandi tíðindaflutning um internetið eisini fekk sítt pláss.
Landsstýriskvinnan, sum eisini luttók á hesi ráðstevnuni, heldur at luttakararnir fingu eitt ómetaliga gott og professionelt innlit í arbeiði hjá øllum teimum, sum í teirra dagliga starvi brúka orð og myndir sum teirra høvuðsamboð í arbeiðinum at bera tíðindi.
Myndatekstur: Landsstýriskvinnan og Irina Bokova, sum eisini er í uppskoti at gerast ST-aðalskrivari í heyst.