1 / 3
Í gjár hósdagin hin 12. november undirritaðu Føroyar og Sambandsríkið Amerika partalagsyvirlýsing.
Partalagsyvirlýsingin hevur til endamáls at skipa ein formligan karm, til tess at styrkja samstarvið millum USA og Føroyar, eitt nú innan handil, gransking, mentan og útbúgving.
Fyri Føroyar undirritaði Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, og fyri USA undirritaði Michael J. Murphy, varauttanríkisundirráðharri. Undirritanin fór fram í Norðurlandahúsinum.
Sí: Partalagsyvirlýsing Føroya og Sambandsríkisins Amerika millum um økt samstarv.
- Á enskum