Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur í dag sett Páll Isholm í starvið sum rektara í miðnámsskúlanum á Kambsdali.
Páll Isholm er 42 ára gamal og er cand.mag. í norðurlendskum, samskifti og samfelagsfrøði. Hann hevur týðandi leiðsluroyndir, er í løtuni fyribils rektari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy, og hevur m.a. eisini 10 ára royndir sum deildarstjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali.
Páll Isholm hevur eisini drúgvar royndir við bygnaðarligum samanleggingartilgongdum umframt kommunalar royndir. Hann var eitt skiftið borgarstjóri í Gøtu kommunu.
Páll Isholm byrjar í rektarastarvinum tann 1. august 2015.