Á norðurlendskum ítróttartoppfundi, sum hevur verið á Svalbard hesa vikuna, peikaðu føroyska landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, og føroyska ítróttarumboðið, Pál Joensen, á, at tað er ein trupulleiki, at føroyingar ikki sleppa at umboða sítt egna land.
Ítróttartoppfundurin var í samband við árliga várfundin hjá norðurlendsku mentamálaráðharrunum. Allir norðurlendsku mentamálaráðharrarnir høvdu eitt ítróttarfólk við, sum við støði í egnum royndum góvu sítt íkast til kjak um ítróttarleiðslu og ítróttarpolitikk við serligum atliti til doping og javnstøðu.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, bjóðaði føroyska svimjaranum Pál Joensen við til Svalbard, og á fundinum fekk hann, eins og ítróttarumboðini úr øllum hinum Norðurlondunum, høvi at leggja fram síni sjónarmið, sum síðan vórðu viðgjørd í felag.
Millum annað greiddi Pál Joensen frá, at hann ongantíð hevði staðið seg serliga væl í OL, tí hann slapp ikki at svimja fyri sítt egna land, men mátti vera partur av danska hópinum.
- Danski landsliðsvenjarin segði við meg til OL í London: “You are not made to swim for any other country than your country”, og so er, segði Pál Joensen millum annað í sínari røðu.
Grønlendska ítróttarkvinnan, Tupaarnaq Kreutzmann, sum hevur luttikið í OL í alpinskíð, tók undir við Pál, tí hennara uppliving var júst an sama.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, samanbar støðuna hjá Føroyum í O- samanhangi við Norðurlandaráðið, sum eisini tvíheldur um einans at loyva sjálvstøðugum statum upp í felagsskapin.
- Til landskappingar luttaka vit kring allan heim, og Føroyar hava fullan limaskap í eitt nú FIFA og UEFA, eins og í Paralympics. Men hvørki IOC ella Norðurlandaráðið vilja viðurkenna Føroyar sum land og fólk við egnum máli, mentan, samleika og flaggi. So vit enda av og á við at umboða eitt annað land enn okkara egna í mentanarligum og ítróttarliðum høpi til stóran ampa fyri okkum sum land og fólk, segði Rigmor Dam millum annað á ítróttartopfundinum hjá norðurlendsku mentamálaráðharrunum á Svalbard.