Á stóru norðurlendsku orðblindnisráðstevnuni, sum var hildin á Hotel Føroyum tann 19. mai, var ljós serliga varpað á tey tøkniligu frambrot, sum lata upp fyri nýggjum møguleikum hjá orðblindum børnum og ungum í Føroyum.
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, var boðin at enda ráðstevnuna við einari røðu, men av tí at arbeiðið í Løgtinginum dróg út hendan dagin, helt Frida Poulsen, fulltrúi, røðuna vegna landsstýriskvinnuna.
Í røðuni vísir Rigmor Dam m.a. á týdningin av, at øll fáa atgongd til skrivaða orðið. Tí er føroyska teldutalan eitt stórt frambrot, og Mentamálaráðið stuðlar arbeiðinum við at fáa taluna á fleiri pallar við 200.000 krónum árliga:
“Lesing er lykil til vitan, og atgongd til skrivaða orðið er grundarsteinur í fólkaræðinum og okkara virkna luti sum borgarar. Tí gleðist eg um spennandi skránna og stóru luttøkuna í dag.
Vit skulu fylgja við, vit skulu gera okkum dælt av nýggjastu granskingini, og eg vóni og vænti, at ráðstevnan í dag hevur kveikt hugsanir og gróðursett vitan, sum fara at síggjast aftur í gerandisdegnum hjá okkum øllum.
Eg gleðist eisini um ta framgongd, sum hevur verið á orðblindaøkinum seinastu árini. Millum framstigini, sum eru gjørd, vil eg fyrst nevna føroysku teldutaluna, sum hevur verið virkin síðan 2013. Grunnurin Føroysk teldutala hevur ment teldutaluna, og hvønn dag fær ein rúgva av fólki Honnu og Hanus at lesa tekst fyri seg. Í 2013 gjørdi Mentamálaráðið av at stuðla verkætlanini við einari millión krónum, og í samband við at fáa taluna inn á øll tól og allar pallar og framhaldandi at menna taluna, hevur Mentamálaráðið nú eisini játtað at stuðla verkætlanini við 200.000 kr. árliga.”
Øll røðan hjá landsstýriskvinnuni
(Myndin er tikin á evnisdegi fyri skúlastýrislimir fyrr í ár)