Í hesum døgum er norski felagsskapurin NDLA í Føroyum og heldur ársfund.
NDLA – stytting av Norwegian Digital Learning Arena - er ein felagsskapur, sum framleiðir undirvísingartilfar til fólkaskúla, miðnám og yrkisútbúgvingar í Norra. Tað áhugaverda og serstaka er tó, at tilfarið verður givið út undir sonevndu "Creative Commons skipanini", har framleiðararnir geva loyvi til, at tilfar teirra kann kopierast, broytast og nýtast púra frítt – bæði av lærarum og næmingum.
Sostatt er einki gjald fyri at fáa, nýta ella broyta undirvísingartilfarið.
Á henda hátt kann tilfarið tillagast eftir tørvi – og næmingar og lærarar kunnu eisini dagføra tað, so hvørt, sum umstøðurnar broytast og tíðirnar skifta. Av tí sama kenna øll samábyrgd av tilfarinum.
- Undirvísingartilfarið verður støðugt eftiransað og dygdartryggjað av hópatals brúkarum. Av tí sama er tað livandi og gerst ikki “gamalt” í eins stóran mun, sum tað verður, um tað ikki kann broytast, eftir at tað er givið út, segði stjórin fyri NDLA, Øivind Høines millum annað.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, bjóðaði norsku gestunum vælkomnum, og hon segði tað vera gott fyri okkum í Føroyum at lata gestirnar bjóða okkara vanahugsan av.
- Bara tá vit tosa við tey, sum hugsa heilt øðrvísi enn vit gera sjálvi, kunnu vit seta okkara egnu arbeiðsvanar og skipanir í perspektiv. Eg haldi, at hetta ljóðar sum ein óalmindiliga spennandi og áhugaverdur máti at skipa undirvísingartilfarið uppá, og eg gleði meg at frætta nærri um, hvat føroysku luttakararnir fáa burturúr degnum, segði Rigmor Dam millum annað.
NDLA hevur 10 ár á baki og hevur í ár vunnið ein altjóða prís fyri nýhugsan.
- Fyri at loysa dagsins stóru alheims avbjóðingar, sum til dømis síggjast í teimum 16 átroðkandi málunum hjá ST, er tað alneyðugt, at vit hava eina opna tilgongd til tað at kunna læra, og at vit frítt sleppa framat dygdargóðum undirvísingartilfari, segði stjórin í NDLA, Øivind Høines.
Tað er Ólavur Ellefsen, samskipari hjá Setrinum, sum hevur boðið NDLA til Føroya, nú tey skuldu halda ársfund á 10 ára degnum.
Ólavur Ellefsen hevur í eina tíð fylgt arbeiðnum hjá NDLA, og hann heldur avgjørt, at tað kundi verið ein góð skipan fyri føroyska skúlan eisini.
- Føroyskt er eitt sera lítið mál, og tí hevði tað verið skynsamt, um tað tilfarið, sum verður framleitt til undirvísing, kom øllum til góðar – ikki bara teimum, sum rinda fyri tað. Men skipanin í dag ger, at bæði forløgini og Nám skulu forvinna uppá tað tilfarið, sum verður framleitt til at læra okkara børn og ungu. Tað er í grundini absurd – og tað gongur eisini beint ímóti grundhugsanini við vísind og læring, heldur Ólavur Ellefsen.
Norsku gestirnir eru 50 í tali, og hartil hevur Ólavur samskipað nakrar verkstovur, har eisini 20 føroyingar, sum arbeiða ymsastaðni í føroysku undirvísingarskipanini, sleppa við fyri at fáa íblástur og kunning um opna útbúgvingartilfarið, sum NDLA arbeiðir við.
myndatekstur: Ólavur Ellefsen, samskipari hjá Setrinum og fyrireikari, Rigmor Dam, landsstýriskvinna, og Øivind Høines, stjóri fyri prísvinnandi felagsskapin, NDLA