Eitt av málunum, sum sitandi samgonga hevur sett sær fyri at bøta um, eru viðurskiftini innan vaksnamannaútbúgving í Føroyum.
Í dag varð eitt álit handað landsstýrinum, og tað snýr seg um, hvussu økið kann skipast betur. Nevndin, sum Rigmor Dam hevur biðið gera nøkur tilmæli, legði í dag fram átta ymisk – men ítøkilig – tilmæli til, hvussu vaksnamannaútbúgvingin í Føroyum kann skipast betur.
Talan er um eitt álit, sum leggur upp til at fáa almennu og privatu partarnar at samstarva um at menna økið framyvir, so tað kann nærkast tí, vit síggja í grannalondunum.
- Tað eru fleiri partar, sum eiga ábyrgdina av at tryggja vaksnamannaútbúgving og lívlanga læring. Teirra øki grípa inn í hvørt annað og tí má eitt trípartasamstarv fáast í lag – til dømis millum almenn og privat arbeiðspláss, landskassan, fakfeløgini, ALS, kommunurnar – ja, í grundini allar partar, sum so ella so nerta við arbeiðsmarknaðin, greiðir John Dalsgarð, formaður í nevdini, sum hevur gjørt tilmælini, frá. Tað var hann, sum í dag legði tilmælini fram og handaði landsstýriskvinnunum tey.
Hann sigur, at tað eru nógvir ymsir innfallsvinklar til hetta økið, men nevndin hevur hugsað um vaksnamannaútbúgving í breiðum høpi. Tað merkir, at heilar útbúgvingar, førleikagevandi skeið, eftirútbúgvingar, endurútbúgvingar og førleikametingar eru við í álitinum, sum fyri løtu síðani varð handað Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum.
- Summi av tilmælunum eru skjót at seta í verk, meðan onnur krevja umfatandi lógarbroytingar. Men tað er av stórum týdningi, at sett verður inn á hesum økinum, tí í løtuni eru møguleikarnir ikki eins hjá øllum. Í løtuni eru tað serliga starvsfólk í tí almenna og hjá sterkum privatum fyritøkum, sum hava møguleika at førleikamenna og endurútbúgva seg. Hetta má og eigur at broytast, soleiðis, at øll – eisini tilflytarar og aðrir bólkar í serstøðu – fáa betri møguleikar at mennast alt lívið. Møguleikar at læra og mennast hanga jú neyvt saman við lívsgóðskuni, vísir John Dalsgarð á.
Eitt av átøkunum, sum kann gera vaksnamannaútbúgvingina møguliga, er samstarvið um tann sonevnda Førleikamenningargrunnnin, sum skal gera tað lættari hjá smáum fyritøkum at fíggja menningina hjá sínum starvsfólki, umframt at gera tað lættari fíggjarliga hjá vaksnum, sum heild, at fara undir eina útbúgving.
Eisini skal eitt trípartasamstarv gerast millum tað almenna, vinnuna og fakfeløgini, soleiðis, at ein arbeiðsmarknaðardepil kann setast á stovn.
Tey átta tilmælini snúgva seg um ávikavist:
1: Lógarkarmar um vaksnamannaútbúgving
2: Eitt samskipað førleikamenningarsamstarv
3: Trípartasamstarv um arbeiðsmarknaðardepil
4: Útbúgving og førleikamenning til øll
5: Málbólkin
6: Tilflytarar og bólkar í serstøðu
7: Lívlong vegleiðing verður skipað
8: Førleikamenningargrunnin
Landsstýriskvinnurnar, Rigmor Dam og Eyðgunn Samuelsen, tóku ímóti álitinum, og tær fegnaðust um arbeiðið, sum nú er gjørt.
- Vit vita, at tað í dag er grundleggjandi neyðugt at halda vitanina uppdateraða, so at vit eru før fyri at møta teimum støðugt skiftandi krøvunum. Fyrr segði man, at ein útbúgving var farin av dato eftir 20 árum, men nú gongur tað nógvar ferðir skjótari. Við hesum álitinum hava vit fingið neyðugu vitanina, tí økið er væl lýst og ein ætlan er løgd, segði Rigmor Dam, eftir at álitið varð handað.
Eisini Eyðgunn Samuelsen gleddist um álitið.
- Hetta er eitt økið, sum vit øll – privat, alment og fakfeløg - mugu samstarva um. Vit mugu øll draga somu línu, og hetta álitið ger tað nógv lættari. Nú fáa vit sett okkum ítøkilig mál á økinum, tí vit hava veruliga brúk fyri, at øll, sum megna, kunnu, segði landsstýriskvinnan í almannamálum.
- Nú fara vit víðari við hesum arbeiðinum við fakta upp á pláss. Tað skal verða lættari at dagføra sína vitan og tað skal verða lættari hjá vaksnum fólki at fara undir útbúgving, segði Rigmor Dam.
Til ber at lesa alt álitið her.