27.12.2014 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Nýtt stýri fyri Kringvarp Føroya valt

Nýtt stýri fyri Kringvarp Føroya valt

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur valt nýtt stýri fyri Kringvarp Føroya, sum tekur við 1. januar 2015.

Stýrislimir:
Rúni Heinesen, formaður, akademiverkfrøðingur – eftir avgerð landsstýrismansins
Hjalmar Hansen, næstformaður, cand.merc.jur. – eftir tilmæli frá politisku flokkunum (landsstýrismaðurin valt limin til næstformann)
Gunvá við Keldu, grafonom – eftir tilmæli frá politisku flokkunum
Aibritt á Plógv, løgfrøðingur – eftir avgerð landsstýrismansins
Katrin Petersen, journalistur – eftir tilmæli frá politisku flokkunum
Theodor E. D. Olsen, sóknarprestur - eftir tilmæli frá politisku flokkunum
Kári Sólstein, miðlafólk – eftir tilmæli frá starvsfólkunum í Kringvarpi Føroya

Varalimir:
Eyðhild Skaalum, løgfrøðingur – eftir avgerð landsstýrismansins
Anja Rein, bankalærd – eftir tilmæli frá politisku flokkunum
Rói B. Poulsen, sølumaður – eftir tilmæli frá politisku flokkunum
Uni Næs, dómpróstur – eftir avgerð landsstýrismansins
Dorit Hansen, ritstjóri – eftir tilmæli frá politisku flokkunum
Veronika Petersen, lærari – eftir tilmæli frá politisku flokkunum
Carsten Arnskov, miðlatøkningur – eftir tilmæli frá starvsfólkunum í Kringvarpi Føroya

Stýrið tekur við 1. januar 2015 og situr í 4 ár. Rúni Heinesen heldur fram sum formaður, og Hjalmar Hansen heldur fram sum næstformaður.

Nývald í stýrinum eru Gunvá við Keldu og Aibritt á Plógv. Nýtt starvsfólkaumboð er Kári Sólstein.

Stýrið er ovasta leiðslan á kringvarpsstovninum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar. Stýrið setir og loysir úr starvi stjóra, sum hevur dagligu programmábyrgdina og røkir fyrisitingarligu og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya.