Nú útbyggingin av Trygdarmiðstøðini í Klaksvík er liðug, hevur landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, gjørt av, at Trygdarmiðstøðin og Klaksvíkar Sjómansskúli, sum húsast í nýggju hølunum, fáa felags heitið: Sjónám.
Í 2008 fór Fiskimálaráðið undir at byggja nýggja Trygdarmiðstøð í høll á Faktorvegi 14 í Klaksvík.
Mentamálaráðið hevur, meðan bygt hevur verið, fingið ábyrgdina av Trygdarmiðstøðini. Í tí sambandi var gjørt av at leggja virksemið hjá Klaksvíkar Sjómansskúla í sama bygning, fyri at samlað útbúgvingarumhvørvið til sjóvinnuna, sum er í Klaksvík.
Samlaða íløgan er 29,2 mió. kr. Í bygninginum eru 3 smærri og 3 størri skúlastovur umframt venjingarhylur, ið er góðar 10 m breiður og 4 metur djúpur.
Á Sjónámi ganga í løtuni ein sjóvinnuflokkur og ein skiparaflokkur. Harumframt verða lógarkravd skeið fyri sjófólk í fiskivinnuni og frálandavinnuni hildin á Sjónámi. Talan er um lógarkravd trygdarskeið, MOB-skeið, bátaføraraskeið og HUET-skeið, sum nú eisini verða uppstigað til OBST-skeið.
Opið hús
Fríggjadagin 9. november verður opið hús fyri almenninginum. Opið verður frá kl. 14 – 16. Høvi verður at síggja bygningin, og venjingarhylurin verður eisini royndur.