Hanna Jensen, landsstýriskvinna, hevði í dag bjóðað nýtilnevndu professarunum á Fróðskaparsetri Føroya: Hjalmar P. Petersen á Føroyamálsdeildini og Magna Mohr á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á vitjan í Mentamálaráðnum.
Landsstýriskvinnan ynskti at ynskja teimum til lukku og skifta orð um vísindaøkini, sum teir varða av á Setrinum. Tosað varð um støðuna innan vísindaøkini, og hvørjir menningarmøguleikar eru. Talan var um ein gevandi fund fyri allar partar.