Í tíðindaskrivi frá Norðurlandahúsinum verður kunnað um, at tað nú er greitt, at nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum í Føroyum verður Sif Gunnarsdóttir úr Íslandi.
Sif er 47 ára gomul og hevur síðani 2007 verið stjóri í Visit Reykjavík. Sif hevur BA prógv í donskum máli og bókmentum frá Háskóla Íslands og MA prógv í mentanararbeiði og samskiftið frá Odense universiteti.
Nýggi stjórin tekur við 15. januar 2013 eftir Niels Halm, sum hevur sitið í starvinum í 8 ár 1. februar 2013.