Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur gjørt av at seta Jón Højsted í starvið sum skúlastjóri í Kollafjarðar skúla frá 1. apríl 2013 at rokna.
Jón Højsted er 43 ára gamal, og hevur læraraprógv frá Føroya Læraraskúla í 1999 umframt HA-útbúgving frá CBS í 1995.
Hann hevur starvast við Kollafjarðar Skúla síðan 2005; fyrst sum lærari, og síðani sum varaskúlastjóri frá 2007. Harumframt hevur Jón Højsted millum annað starvsroyndir sum stjóri í teldufyritøkuni Zenit í 2½ ár.
Tað vóru fýra umsóknir til starvið sum skúlastjóri í Kollafjarðar skúla.