Nýggjur leistur til undirvísingina í føroyskum sum fremmandamál
Seinnapartin í gjár var skeiðshandan fyri teimum tilflytarunum, sum hava tikið eitt framhaldsskeið í føroyskum máli, mentan og samfelagsviðurskiftum fyri nýmælt.
Hóast skeið í føroyskum sum fremmandamál hava verið boðin út í fleiri ár, varð hetta skeiðið lagt øðrvísi til rættis - og var eisini øðrvísi innihaldssliga - enn skeiðini frammanundan hava verið.
Hetta var nevniliga fyrstuferð, at skeiðið varð skipað sambært sonevnda CEFR stiganum. Tað er tann skipanin, sum verður nýtt í málundirvísing og at meta um málførleikar tvørtur um landamørk. Henda skipanin hevur vunnið fram í nógvum londum bæði í Europa og aðrastaðni við.
Ein av broytingunum er, at málsligu førleikarnir hjá luttakarunum vórðu mettir við skeiðsbyrjan, so at undirvísingin kundi verða løgd til rættis og tillagað til júst tað, teimum tørvaði, fyri at læra at samskifta á føroyskum.
Mentamálaráðið er farið undir tilgongdina at eftirmeta galdandi námsætlan fyri nýmælt og at skipa øll skeiðini sambært CEFR skipanini.
Eisini er avgerð tikin um, at framhaldsskeið í føroyskum fyri nýmælt verður boðið út í heyst.
Tað liggur Honnu Jensen, landsstýriskvinnu í undirvísingar- og granskingarmálum, tungt á hjarta at skipa góð og fjøltáttað tilboð til nýmælt og tilflytarar.
Á próvhandanini í seinnapartin í gjár takkaði hon skeiðsluttakarunum fyri, at tey hava valt sær Føroyar sum sítt heimland, og at tey við áræði og vilja eru farin undir at ogna sær føroyskt sum samskiftismál.
- Tað, at tit hava búsett tykkum her, er ein fongur fyri føroyska samfelagið. Tað er ein fyimunur fyri okkum, at tit nú vilja læra tykkum málið, tí tað letur dyrnar upp til allar tykkara royndir, hugsanir og evnir. Og tað er ein fyrimunur fyri tykkum, tí tað gevur eisini tykkum størri møguleikar at fylgja tykkara vilja og nýta tykkara evni til fulnar, segði Hanna Jensen millum annað í røðu síni.