Løgmaður hevur tann 14. november 2011 tilnevnt Bjørn Kalsø sum landsstýrismann í mentamálum.
Bjørn Kalsø er vaksin upp á Syðradali á Kalsoynni.
Á kommunuvalinum í 1996 og aftur í 2000 varð hann m.a. valdur í kommunustýrið í Húsa Kommunu. Hann var borgarstjóri í kommununi frá 1997 til hann fór í landsstýrið í 2004.
Frá 2004 til 2008 var Bjørn Kalsø landsstýrismaður í fiski- og sjóvinnumálum. Hann var valdur á Løgting í 2008 fyri Sambandsflokkin.