NÝGGJAR NÁMSÆTLANIR, ÍTØKILIG MÁL OG NÝGGJAR AVBJÓÐINGAR HJÁ SKÚLUNUM
Í grein í Skúlablaðnum 17. februar umrøða Tóra við Keldu og Vivian Guðjónsson broytingar, sum eru gjørdar í próvtøkum fólkaskúlans, har tær m.a.gera vart við ta óhepnu støðu, at broytingarnar koma seint.
Í august 2011 vóru nýggjar námsætlanirnar settar í verk í fólkaskúlanum, har m.a. greið mál eru sett fyri, hvat ein næmingur skal duga á ymiskum floksstigum. Samstundis var avgjørt, at næmingarnir, sum byrjaðu í 8. flokki skúlaárið 2011/12 fóru til próvtøku sambært nýggju námsætlanunum á vári 2013, meðan næmingarnir, sum gingu í 9. og 10. flokki skúlaárið 2011/12 hildu fram eftir gomlu skipanini.
Henda skiftisskipan bleiv longd eitt ár, so skúlarnir fingu eitt ár afturat at fyrireika seg til krøvini í nýggju námsætlanunum, uppgávunevndirnar fingu longri skotbrá at gera próvtøkuupgávur við atlit at nýggju krøvunum, umframt at nýggjur próvtøkuháttur við synopsupróvtøku var royndur í nøkrum skúlum. Hetta er sostatt triðja skúlaárið, at undirvíst verður samsvarandi nýggju námsætlanunum, og í mai 2014 er tað fyrstu ferð, at næmingarnir skulu til próvtøku sambært ásetingum í námsætlanini í einstøku lærugreinini.
Í sambandi við at gera próvtøkuuppgávur eftir nýggju námsætlanunum, helt Mentamálaráðið tað vera neyðugt at gera ávísar broytingar, serliga við atliti at fakligari lesing, sum m. a. var partur av dømingini í 9. fl. í námsætlanini í føroyskum. Aðrar broytingarnar vóru eisini gjørdar eftir tilmæli frá lærarum og próvstovuni, sum hevði fingið áheitan frá uppgávunevndunum í føroyskum, donskum og enskum um at gera tær dagføringar, sum fráboðaðar eru skúlunum.
Royndaruppgávur
Mentamálaráðið tók samstundis stig til, royndaruppgávur vórðu gjørdar, so bæði lærarar og næmingar kundu royna ætlaðu broytingar í skúlaárinum og soleiðis fyrireika seg til broyttu próvtøkurnar. Fyrsta royndarsettið var sent skúlunum í sambandi við jólaroyndirnar, og næsta próvtøkusettið verður sent skúlnum fyrstu viku í mars. Harumframt verður eyka royndarsett gjørt í máluppgávuni í enskum.
Broytingarnar talan er um, eru:
1. Føroyskt í 9. flokki
Skrivliga próvtøkan fatar um máluppgávu og framseting, har máluppgávan er broytt
og fatar um tríggjar tættir: málførleika (mállæru), staviførleika (fyrisøgn) og lesifatan.
2. Føroyskt í 10. flokki
Eingin broyting er í føroyskum í 10. flokki.
3. Danskt í 9. flokki
Skrivliga próvtøkan fatar um máluppgávu og framseting, har máluppgávan, sum fyrr var ein innsetingarfyrisøgn, er broytt og fatar um tríggjar tættir: málførleika (mállæru), staviførleika (fyrisøgn) og lesifatan.
4. Danskt í 10. flokki
Eingin broyting er í donskum í 10. flokki.
5. Enskt í 9. flokki
Skrivliga próvtøkan fatar um máluppgávu og framseting, har máluppgávan er broytt og fatar um mál- og staviførleika. Givið verður eitt sjálvstøðugt próvtal í máluppgávuni.
6. Enskt í 10. flokki
Máluppgávan er strikað, og sostatt fevnir próvtøkan bara um framseting.
Broytingarnar, sum eru gjørdar í skrivligu próvtøkunum skuldi verið í tráð við tað, sum næmingarnir hava arbeitt við hesi skúlaárini, tí tær eru í samsvari við tey mál, sum eru sett í námsætlanunum.
Í greinini verður sagt, at broytingarnar ikki vóru fráboðaðar skúlunum fyrr enn miðskeiðis í skúlaárinum. Hetta er ikki rætt. Fráboðaninar um broytingar í próvtøkunum vóru latnar skúlunum í oktober í 2013. Mentamálaráðið ásannar tó, at fráboðanin átti at komið fyrr, og fer at virka fyri, at broytingar verða fráboðaðar í góðari tíð.
Mentamálaráðið hevur sum áður sagt eisini útvegað skúlunum royndarpróvtøkuuppgávur, so at skúlarnir hava møguleika at fyrireika næmingarnar til broyttu próvtøkurnar.
Mentamálaráðið
Poul Geert Hansen
aðalstjóri