Nú fer at bera til at taka fleiri matvøruútbúgvingar í Føroyum. Kunngerðir til gastronom og føðsluatstøðara útbúgvingar eru nú lýstar og fáa gildi, tá skúlarnir byrja í august í ár.
Mentamálaráðið hevur seinastu tvey árini saman við vinnuni arbeitt við at íverkseta fulla útbúgving til gastronom og føðsluatstøðara í Føroyum.
Í løtuni ber til at taka fyrsta part av gastronom útbúgvingini á Tekniska skúla í Klaksvík. Eftir hetta hava næmingarnir havt møguleika til at skriva lærusáttmála, men hava verið noyddir at taka seinastu skúlaskeiðini í útbúgvingini á donskum yrkisskúla. Hetta verður nú broytt. Tí nú fer at bera til at taka øll skúlaskeiðini á Tekniska skúlanum í Klaksvík.
Mentamálaráðið hevur somuleiðis tikið stig til, at til ber at taka skúlagongdina til føðsluatstøðara útbúgvingina (ernæringsassistent) í Føroyum.
Fyrstu 20 vikurnar av báðum útbúgvingunum eru felags. Eftir hetta velja næmingarnir, um teir ynskja at gerast føðsluastøðari ella gastronomur. Tað tekur 3 ár og 7 mánaðir at útbúgva seg til gastronom og 3 ár til føðsluatstøðara. Eisini fer at bera til at taka fyrsta partin av útbúgvingunum og gerðast føðsluhjálpari og gastronomatstøðari. Tá er útbúgvingartíðin 1 ár og 6 mánaðir, harav eru 40 vikur skúlagongd umframt sveinaroynd.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum sigur, at hesar útbúgvingar eru eitt stig á leiðini í útbúgvingarpolitikkinum at styrkja útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum – eisini innan yrkisútbúgvingar. Hann leggur afturat, at hann vónar, at vinnan og viðkomandi almennir og kommunalir stovnar fara at taka væl ímóti nýggju møguleikunum við at taka lærlingar og næmingar í starvsvenjing, soleiðis at útbúgvingarnar verða eitt munagott íkast til m.a. ferðavinnu og til gagns fyri brúkarar á eitt nú sjúkrahúsum og ellisheimum sum ætlað.
Tilgongdin til gastronomútbúgvingina hevur undanfarin ár ligið millum 8 til 14 lærlingar um árið, og fyri føðsluatstøðara nakað lægri. Mentamálaráðið er tí farið undir eina tilgongd, sum hevur til endamáls at fáa sjúkrahús ellisheim og onnur at nýta nýggju møguleikarnar, soleiðis at vit við tíðini fáa fleiri faklærd fólk á hesum øki.
Nýggjur matvøruskúli verður í løtuni bygdur afturat Tekniska Skúlanum í Klaksvík, og verður útbyggingin liðug seinni í ár.