Á fundi í morgun tilnevndi Jenis av Rana formliga nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya, ið komandi fýra árini skal stjórna Setrinum saman við rektaranum, Chik Collins.
Á fundinum gjørdi Jenis av Rana greitt, at stýrið skal tryggja, at útbúgvingarnar, ið Setrið bjóðar út, eru akademiskt sterkar, kappingarførar og áhugaverdar.
- Fróðskaparsetrið er ein týdningarmikil stovnur í Føroyum. Tað er miðdepilin fyri vitan og gransking, og menningin her – eins og aðrastaðni – er sera stór. Eg eri tó sannførdur um, at hetta nýggja stýrið hevur júst røttu samansetingina til at møta teimum avbjóðingunum, ið bíða Setrinum komandi árini, segði landsstýrismaðurin millum annað við nýggja stýrið.
Stýrið er evsti myndugleiki hjá Fróðskaparsetrinum, og limirnir skulu sambært lóg samanlagt hava drúgvar akademiskar royndir og hava granskað í Føroyum ella uttanlands, umframt leiðsluroyndir frá bæði vinnu og umsiting.
Stýrið skal hava sjey limir. Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum velur fýra limir uttan fyri stovnin, starvsfólkini á Setrinum velja síðani tveir innanhýsis limir, og seinasta stýrislimin velja tey lesandi.
Fyri hvønn lim verður varalimur valdur og valskeiðið er fýra ár (2021-2024) – fyri tey lesandi tó bert 1 ár.
Í nýggja stýrinum eru hesir limir og varalimir:
Uttanhýsis limir og varalimir, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur tilnevnt:
- Ólavur Ellefsen, KT-verkfrøðingur og stjóri (afturval)
- varalimur: Páll Isholm, cand. mag., rektari á Miðnámi á Kambsdali
- Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum (afturval)
- varalimur: Heidi Poulsen, arkitektur (afturval)
- Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet (afturval)
- varalimur: Martin Zachariassen, rektari á IT-Universitetet (afturval)
- Elaine Munthe. Dekanur á Kunnskabssenter for utdanning og professari í pedagogikki á universitetinum í Stavanger
- varalimur: Anna Kristin Sigurðardóttir, professari á Háskóla Íslands á deildini fyri útbúgving og námsfrøði
Limir og varalimir eftir tilmæli frá starvsfólki á Fróðskaparsetrinum:
- Marin Strøm, lektari í heilsuvísindum, Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarfrøði
- varalimur: Firouz Gaȉni, professari í antropologi, Søgu- og samfelagsdeildin
- Jónrit Halling, lektari í mýlskari lívfrøði, Náttúruvísindadeildin
- varalimur: Jóhannes Miðskarð, adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu, Námsvísindadeildin
Limur eftir tilmæli frá teimum lesandi á Setrinum:
- Brandur Arnoarson, lesandi á Náttúruvísindadeildini (situr í 2021)
- Varalimur vantar enn.
Nevndin hevur skipað seg á fyrsta fundinum í dag. Ólavur Ellefsen heldur fram sum formaður, meðan Marita Rasmussen heldur fram sum næstforkvinna.
Útlendsku limirnir og varalimirnir, umframt rektarin á Setrinum, vóru við á netinum.