Nývalda nevndin í Mentanargrunni Landsins var í vikuni á fundi í Mentamálaráðnum. Á fundinum kunnaði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, nevndina um grunnin og um, hví landsstýrið hevur valt at hækka játtanina til Mentanargrunnin við 1,1 mió. kr. í 2017.
Í nýggu nevndini eru Ingun í Skrivarastovu, forkvinna og Gulla Øregaard, Leif Hansen, Urd Johannesen og Annfinnur Heinesen. Varðalimir eru Sissal Kampmann, Kristina Joensen, Ivan Niclasen, Sunnvá Bæk og Dagfinn Olsen.
- Økta játtanin er ein liður í málinum at uppraðfesta játtanina til mentanar- og listastuðul, sum landsstýrið hevur sett sær fyri at fremja, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
Komandi tvey árini verður játtanin til Mentanargrunn Landsins stigvíst hækkað við 1,1 mió. kr. um árið. Í fíggjarlógini verður økta játtanin til Mentanargrunnin grundgivin við, at hon fer at skapa enn størri trivnað og fáa enn fleiri av okkara ungu at velja Føroyar sum landið, har tey liva og virka.