Nýggj nevnd, nýggjar leiðreglur og umsóknarfreistir fyri altjóða menningarstarv
Fyrr í ár setti landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálaráðnum, Jenis av Rana, nýggja ráðgevandi nevnd í altjóða menningarsamstarvi.
Uppgávan hjá nevndini er at veita landsstýrismanninum ráð til at fremja lógina um altjóða menningarsamstarv frá 14. mai 2007 í verki.
Í nevndini sita Ann Hermansdóttir, forkvinna, Bárður Lydersen, Margretha Kjærbæk, Óli Wolles og Finn Johannessen.
Sum liður í arbeiðinum hevur nevndin orðað leiðreglur í sambandi við umsóknir um menningarsamstarv og neyðhjálp. Hesar leiðreglur liggja nú tøkar á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, og eru eisini ætlaðar at virka sum vegleiðandi hjá umsøkjaranum, tá søkt verður um stuðul.
Nevndin hevur eisini ásett, at næsta umsóknarfreist verður hin 26. oktober 2020, og at í 2021 verða tríggjar umsóknarrundir við hesum freistum: 1. februar, 3. mai og 13. september.
(Myndatekstur: Jenis av Rana, Margretha Kjærbæk, Finn Johannessen, Ann Hermansdóttir og Óli Wolles. Bárður Lydersen vantar á myndini vegna forfall.)