Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur valt nýggja nevnd fyri Mentanargrunn Landsins fyri næsta 4-ára skeiðið.
Í stýrinum sita fimm limir og 5 varalimir. Landsstýriskvinnan velur trý teirra sjálv, og tveir av limunum verða tilnevndir eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur.
Landsstýriskvinnan tilnevnir formann og næstformann. Nevndin skal hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan.
Frá 1. januar 2017 eru limirnir í Mentanargrunni Landsins hesir:
Formaður: Ingun í Skrivarastovu
Varalimur: Sissal Kampmann
Næstformaður: Annfinnur Heinesen
Varalimur: Dagfinn Olsen
Nevndarlimur: Gulla Øregaard
Varalimur: Kristina Joensen
Nevndarlimur: Urd Johannesen
Varalimur: Sunnvá Bæk
Nevndarlimur: Leif Hansen
Varalimur: Ivan Niclasen
Stýrið er sett fyri fýra ár, tíðarskeiðið er 1. januar 2017 til 31. desember 2020.