Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur fyri tíðarskeiðið 1.10.2020-30.09.2022 sett nýggja Miðlastuðulsnevnd við hesum limum:
- Eirikur í Jákupsstovu, form., eftir tilmæli frá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
- Beate L. Samuelsen, eftir tilmæli frá felagnum Føroysk Miðlafólk
- Rógvi Olavson, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.
Høvuðsuppgávan hjá nevndini er at býta út stuðulin á fíggjarlógini til privatar tíðindamiðlar. Á fíggjarlógini fyri 2020 eru kr. 2 mió. settar av.
Limirnir skulu samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti, fjølmiðlar, fíggjarviðurskifti og roknskaparviðurskifti.
Nevndin situr í trý ár og verður sett sbrt. løgtingslóg nr. 35 frá 31. mars 2017 um miðlastuðul.