Tey trý, Rigmor Dam úr Føroyum, Doris J. Jensen úr Grønlandi og Kristjan Þór Júlíusson úr Íslandi, sum øll umsita undirvísing, gransking og mentan í hvør sínum landi, skrivaðu í dag undir avtalu um samstarv á mentanarøkinum.
Tað gjørdu tey í finska býnum Helsingfors, har Norðurlendskir ráðharrafundir hava verið í hesum døgum.
Endamálið við avtaluni er at økja og styrkja um samstarvið innan mentanarøkið í hesum trimum londunum, so bæði skapandi evnini og góðskan kunnu mennast til gagns fyri øll trý londini.
Samstarvið inniber eitt felags fíggjarligt, upplýsandi og samskipandi arbeiði innan mentanarøkið. Eggjað verður til samstarv millum stovnar og felagsskapir, og í avtaluni verður heitið „mentan“ hugsað í breiðum týdningi.
Ætlanin er, at samstarvið skal styrkjast og økjast við at brúka kunningartøkni.
Í sjálvari avtaluni verður bara eitt ítøkiligt tiltak nevnt, og tað er tann sonevndi „Útnorðurdagurin“. Hann skal hátíðarhaldast árliga í øllum trimum londunum, tá heystjavndøgur er.
Tá er ætlanin, at søgan og mentanin í hesum trimum londunum skal markerast fyri at økja um samstarvið og felagsskapin.
Fjórða hvørt ár verður síðani avtalað hvørji onnur tiltøk og arbeiðsøki, samstarvið skal fevna um, og londini skiftast um at hava ábyrgdina av hesum.
Hesi fyrstu fýra árini fara londini at arbeiða við verkætlanum um film, telduspøl, sjálvboðið arbeiði og mál.
Føroyar, Ísland og Grønland hava áður samstarvað nógv. Fyrstuferð ein slík samstarvsavtala á mentanar- granskingar– og undirvísingarøkinum varð undirskrivað var í 1996, men í hesi nýggju avtaluni verður dentur serliga lagdur á mentanarsamstarvið.
Nýggja avtalan kemur í gildi 1. januar 2018.