Í gjár samtykti løgtingið lógaruppskot um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur lagt fyri løgtingið.
Higartil hava gransking, menning og nýskapan verið trý ymisk økir, sum eru vorðin viðgjørd í ymiskum skipanum. Men í dag eru hesi økir nógv tættari knýtt og tvørgangandi, og tí hava stuðulsskipanir í millum annað Norðurlondum og í Evropa lagt seg eftir at samskipa hesi øki. Tað er av týdningi, at vit í Føroyum eisini samskipa hesi økini fyrisitingarliga, soleiðis at stuðulsumsøkjarin kann fáa greiða vegleiðing um møguleikarnar, uttan mun til um talan er um gransking, menning ella nýskapan ella um tvørgangandi verkætlanir, sum fevna um fleiri av hesum økjum.
Nú lógaruppskotið er samtykt, fáa vit eina lóggávu, sum kann seta felags karmar fyri hesi økir og eisini gera tað lættari hjá øllum stuðulsumsøkjarum, bæði tá talan er um gransking, menning og nýskapan.
Harafturat verður nú eitt ráð fyri gransking, menning og nýskapan skipað. Endamálið við ráðnum er at styrkja strategisku ráðgevingina til Landsstýrið og vinnuna á samlaða økinum. Eisini skal ráðið kunna seta mál, eitt nú fyri luttøku í altjóða samatarvi á økinum.
“Eg fegnist um, at vit nú hava savnað træðrirnar. Við hesi lógini hava vit fingið ein greiðan karm um gransking, menning og nýskapan, og eg eri sostatt vísur í, at hendan lógin – hesin felags karmurin - bæði fer at gera tað lættari hjá teimum, sum starvast innan økini, og eisini fer at vera við til at menna hesi økini í Føroyum,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.