Løgmaður hevur tann 15. september 2015 tilnevnt Rigmor Dam sum landsstýriskvinnu í mentamálum.
Rigmor Dam er fødd í Tórshavn tann 18. desember 1971 og er gift Arnbjørn Ó. Dalsgarð. Tey hava trý børn og búgva í Tórhavn.
Rigmor Dam er útbúgvin lærari, og hevur starvast sum fólkaskúlalærari, blaðkvinna og kunningarráðgevi.
Hon var fyrstu ferð vald á ting við valið 29. oktober 2011. Sum tinglimur var hon tingsetuna 2011-2015 næstforkvinna í Trivnaðarnevndini, limur í Mentanarnevndini og varalimur í Rættarnevndini. Rigmor Dam er í Javnaðarflokkinum.