01.09.2017 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Nýggj Granskingarnevnd sett

Nýggj Granskingarnevnd sett

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett nýggja Granskingarnevnd. Í Granskingarnevndini, sum stjórnar Granskingargrunninum, sita sjey limir. Nevndarlimirnir skulu hava skil fyri tí strategiska týdninginum, sum granskingin hevur fyri samfelagið, ella hava granskingarførleika.

Granskingarnevndin hevur ovastu leiðsluna yvir grunninum og yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini um virksemi grunnsins verða fylgdar, og at grunnurin virkar samsvarandi endamálinum.

Granskingarnevndin ráðgevur landsstýrinum og vinnulívinum í granskingarpolitiskum spurningum, og hon skal eisini leiðbeina og ráðgeva granskarum í granskingarspurningum.

Granskingarnevndin umsitir granskingargrunnin og tekur endaliga støðu til, hvørjar umsóknir verða stuðlaðar. 

Limirnir í Granskingarnevndini eru:

* Wilhelm E. Petersen, ph.d., stjóri á Vinnuháskúlanum, formaður, tilnevndur av Mentamálaráðnum

* Erika Hayfield, ph.d., lektari á Fróðskaparsetrinum, tilnevnd av Mentamálaráðnum

* Rúni Weihe, deildarleiðari fyri G&M á Havsbrún, tilnevndur av Fiskimálaráðnum

* Richard Schwartson, KT-leiðari hjá Landsapotekaranum, tilnevndur av Heilsumálaráðnum

* Marjun Wilhelm, góðskuleiðari hjá Luna, tilnevnd av Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum

* Durita í Grótinum, góðskuleiðari hjá JFK, tilnevnd av Arbeiðsgevarafelagnum

* Helgi Eidesgaard, savnshjálpari á Landsskjalasavninum, tilnevndur av løntakarafeløgunum

 

Fimm fólk eru nývald, tey eru Wilhelm E. Petersen, Erika Hayfield, Rúni Weihe, Marjun Wilhelm og Helgi Eidesgaard.

Granskingarnevndin er sett fyri trý ár frá 1. september 2017 til 31.august 2020. Mentamálaráðið tilnevnir formannin, og Granskingarnevndin skipar seg við næstformanni millum hinar seks limirnar.

Myndina av nýggja formanninum í Granskingarráðnum hevur Annika Sølvará tikið