Tíðarskeiðið hjá Granskingarnevndini, sum hevur sitið síðan 2008, var úti í summar.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur nú sett Granskingarnevndina av nýggjum.
Í Granskingarnevndini, sum stjórnar Granskingargrunninum, sita 7 limir. Nevndarlimirnir skulu hava skil fyri tí strategiska týdninginum, sum granskingin hevur fyri samfelagið, ella hava granskingarførleika.
Granskingarnevndin eigur at ráðgeva landsstýrinum og vinnulívinum í granskingarpolitiskum spurningum, og hon skal eisini leiðbeina og ráðgeva granskarum í granskingarspurningum.
Limirnir í Granskingarnevndini eru nú hesir:
• Martin Zachariassen, formaður, tilnevndur av landsstýriskvinnuni í mentamálum
• Kirsten Brix, tilnevnd av landsstýriskvinnuni í mentamálum
• Marita Rasmussen, tilnevnd av Føroya Arbeiðsgevarafelag
• Erland Viberg Joensen, tilnevndur av Løntakarafeløgunum
• Jákup Mørkøre, tilnevndur av landsstýrismanninum í vinnumálum
• Guðrið Andorsdóttir, tilnevnd av landsstýrismanninum í heilsumálum
• Hans Jákup Joensen, tilnevndur av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum
Trý fólk eru nývald, tey eru Kirsten Brix, Jákup Mørkøre og Guðrið Andorsdóttir.
Granskingarnevndin er sett fyri trý ár.