11.03.2016 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Nýggj avtala um Loftbrúnna til listafólk

Nýggj avtala um Loftbrúnna til listafólk

Norðurlandahúsið í Føroyum, Atlantic Airways, Mentamálaráðið og Tórshavnar kommuna hava í dag skrivað undir nýggja samstarvsavtalu, ið tryggjar, at Loftbrúgvin til listafólk, sum í 2015 varð skipað sum royndarverkætlan, heldur fram næstu trý árini.

Loftbrúgvin er ferðastuðulsskipan til listafólk innan allar listagreinar.

Samstarvspartarnir hava nú tikið samanum royndarárið. Semja er um, at skjóta málsviðgerðin er fyrimunur fyri allar partar, serliga umsøkjararnar. Umsóknarfreist er altíð síðsta dag í mánaðinum, og stuðulsnevndin viðgerð umsóknirnar beinanvegin.

Staðfestast kann, at flestu játtaðu ferðir eru innan tónleik, men eisini myndlist og bókmentir eru væl umboðað. Í alt 362 ferðir eru latnar hetta fyrsta árið.

Stuðulsskipanin hevur ein samlaðan fíggjarkarm uppá kr. 1 mió. um árið at býta út sum ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways.

Loftbrúgvin hevur sum endamál at geva føroyskum listafólkum møguleika at breiða út føroyska mentan og list úti í heimi, har Føroyar eisini verða lýstar sum livandi, eyðkent og spennandi samfelag og mentanarstað.

Virðisløn

Í sambandi við, at avtalan varð undirskrivað, varð avgjørt at lata eina virðisløn, “Ársins Loftbrúgv 2015”. Hetta er virðisløn fyri umsókn frá 2015, ið mett verður fylgir serliga væl endamálinum við Loftbrúnni. Ætlandi verður henda virðisløn latin á hvørjum ári.

Ársins Loftbrúgv 2015 fekk bólkurin Hamferð í sambandi við ferð teirra í fjørsummar til Týsklands, Sveis og Fraklands.

Í grundgevingini verður m.a. víst á forkunnugu ferðaskránna hjá bólki við lutfalsliga ungum tónleikarum, ið longu eru komnir langt innan tónlistayrkið, og tónlistaliga profilin á høgum stigi, ið bæði gevur fatan av livandi føroyskari mentan og skapandi føroyska tónlistaumhvørvinum.

Virðislønin er sjálvandi flogferðaseðlar til eina nýggja konsertferð, sum Hamferð nú kann fyrireika seg til.

Umsóknir

Ætlar tú at søkja um ferðastuðul gjøgnum Loftbrúnna til listafólk, so er at fara inn á heimasíðuna www.loftbrugv.fo, har umsóknarskjal v.m. er at finna.

Mynd: Fróði Vestergaard