12.12.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Nýggir matgerðarfilmar við Gutta

Nýggir matgerðarfilmar við Gutta

Fýra nýggir filmar í røðini “The Pure Taste of the Faroe Islands” við Gutta Winther verða almannagjørdir í næstum.

Filmarnir eru partur av verkætlanini FaroeseSeafood.com, og filmarnir verða lagdir á heimasíðuna www.faroeseseafood.com og eina Youtube-rás.

Í filmunum ger Gutti Winther mat við føroyskum fiski. Endamálið er fyrst og fremst at vísa føroyingum sum útheiminum tann góða føroyska fiskin. Eisini er endamálið at vísa fram føroyska matgerð, og hvussu einfalt tað er at gera leskiligar rættir við føroyskum sjómati.

Upptøkurnar vórðu gjørdar á Skarvanesi í august mánaði. Filmarnir verða almannakunngjørdir nú áðrenn jól og í januar. Fyrsti filmurin, har Gutti steikir havtasku og grønmeti á grill, er at síggja her:


Í vár vórðu átta filmar almannakunngjørdir, og til ber at síggja filmarnar og uppskiftirnar á www.faroeseseafood.com og Youtube-rásini.


Um FaroeseSeafood.com
Verkætlanin er eitt samstarv millum Uttanríkis- og mentamálaráðið, Fiskimálaráðið, Ráfiskakeyparafelagið, Reiðarafelagið, Ráfiskaseljarafelagið og Umhvørvis- og vinnumálaráðið. Harumframt eru filmarnir framleiddir í samstarvi við Visit Faroe Islands, ið nýtir filmarnar á teirra sosialu miðlapallunum.

Verkætlanin er stuðlað við játtan frá Fiskivinnuroyndum í 2018 og 2019.

Heimasíðan og fyrstu filmarnir vórðu almannagjørdir í vár. Higartil hava fólk úr 160 ymiskum londum vitjað heimasíðuna. Talið á sýningum av filmunum er komið upp um 500.000 sýningar og roknað verður við, at talið kemur upp um eina millión til várs.

(Myndirnar eru frá upptøkunum á Skarvanesi.)

Meir fæst at vita um verkætlanina við at venda sær til Páll Nolsøe, verkætlanarleiðara, tlf. 551028, palln@uvmr.fo