Hugsar tú um at fara á háskúla í Danmark ella í Grønlandi komandi ár? So kanst tú søkja um stuðul, soleiðis at háskúlauppihaldið gert eitt sindur bíligari. Stuðulin er 700 kr. um vikuna.
Talan er um eina peninganøgd, sum er sett av á donsku fíggjarlógini við tí fyri eyga at styrkja sambandið millum Danmark, Grønland og Føroyar, og hetta er fyrstu ferð, at stuðulin verður latin.
Tey, sum kunnu søkja, eru danir, grønlendingar og føroyingar í aldrinum 18-25 ár, sum vilja sleppa á háskúla í einum av hinum londunum. Krav er, at háskúlaskeiðið í minsta lagi er 12 vikur.
Freistin at søkja stuðul til háskúlaskeið, sum verður komandi vár, er 10. desember.
Tú kanst lesa meira um stuðulin her: https://www.hojskolerne.dk/hoejskoler/nordiske-folkehoejskoler/rigsfaellesskabets-hoejskolestipendium/
Mynd: hojskolerne.dk