Rásin er eftirskúli í Saltangará til ung við menningartarni, ið eru liðug við fólkaskúlan. Endamál skúlans er, at næmingarnir fáa ment sínar førleikar, so tey eftir lokið skúlaskeið kunnu liva eitt so sjálvstøðugt lív sum møguligt.
Skúlaskeiðið skal geva næmingunum møguleika at menna persónligar, sosialar, og kensluligar førleikar í lestrar- og arbeiðslívið. Eisini skal næmingurin ogna sær fatan um lívið og tess møguleikar
Umsóknarfreistin at søkja er 15. mars 2019. Les meira um Rásina á heimasíðuni www.rasin.fo