Í gjár, 30. juni, var ráðstevna um málmenning hjá børnum hildin á Læraraskúlahøllini.
Tað var ein deild á norska »Høgskulen på Vestlandet«, sum hevði skipað fyri ferð til Føroya at vitja Námsvísindadeildina á Setrinum. Í hesum sambandi vóru tíggju stuttir fyrilestrar á skránni, sum allir snúðu seg um málmenning hjá børnum.
Norsku gestirnir greiddu frá norskari gransking um málmenning, og úr Føroyum vóru granskarar og fólk, hvørs arbeiðið onkurvegna er relevant fyri málmenning barnanna, sum greiddu frá.
Rigmor Dam segði gestunum frá um føroyska málmenningarárið.
- Tað eru í høvuðsheitum tríggjar orsøkir til, at tað hevur týdning at fáa málmenningina á skrá. Fyrsta orsøkin er tað einstaka barnið og tess møguleikar, sum eru so sera tætt knýttir at málsligu førleikunum. Næsta orsøkin er føroyska samfelagið og fólkaræðið, sum jú er grundað á at borgararnir eru væl fyri málsliga, so teir kunnu hugsa kritiskt og aktivt taka lut í orðaskiftinum. Triðja orsøkin er viðbrekna føroyska málið, sum í hesum døgum er undir stórum trýsti - serliga frá enskum, vísti landsstýriskvinnan á.
Hon greiddi somuleiðis frá um Barnasangbókina, sum er í gerð, og um tær verkætlanir, sum hava fingið stuðul í 2017 og 2018, og sum á ymsan hátt fara at stuðla undir og fremja málmenningina hjá føroyskum børnum komandi tíðina.
Bæði tað, at 2018 er útnevnt at vera ár fyri málmenning hjá børnum, og arbeiðið við Barnasangbók Føroya, vakti stóran áhuga millum norsku granskararnar og tey lesandi.
- At tit alment standa saman og seta fokus á hetta týdningarmikla evnið, samstundis sum tit verja sangskattin og aktivt brúka hann sum ein lið í málmenning barnanna, er eitt framúr gott hugskot, sum vit í Norra bara kunnu øvunda. Ein almenn barnasangbók, sum verður latin í vøggugávu, er eitt savnandi átak, har øll kunnu vera við, og har tað eisini er lætt at variera torleikastigið, søgu fleiri av gestunum úr Norra.
Á fyrru myndini síggjast Sissal Rasmussen, føroyskur granskari í máltøku hjá børnum, Edit Bugge umboð fyri Høgskulen på Vestlandet í Noregi, Rigmor Dam, landsstýriskvinna, og Vár í Ólavsstovu, sum starvast á Námsvísindadeildini á Setrinum.
Rigmor Dam greiðir frá um føroyska Málmenningarárið 2018