Í dag koma norðurlendsku verjumálaráðharrarnir til Føroya á fund. Talan er um ráðharrafund í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen eru vertir fyri fundinum, sum byrjar í Tinganesi seinnapartin og heldur fram á Hotel Hafnia týsdagin. Vitjað verður eisini á Sornfelli.
Á skrá fyri fundin er millum annað trygdarstøðan í Norðurhøvum, samstarv í NATO og kríggið í Ukraina.
Týsdagin kl. 10:30 verður tíðindafundur á Panorama á Hotel Hafnia, har londini í NORDEFCO undirskriva ein nýggja visjón fyri samstarvið.
Fjølmiðlar, sum ætla til tíðindafundin, verða bidnir um at boða frá luttøku á palln@mfa.fo ella tlf. 551028, í seinasta lagi týsdagin kl. 09:30.