Norðurlendsku public service-fjølmiðlarnir í eini talgildari framtíð
Norðurlendsku public service-fjølmiðlarnir hava higartil havt ein heilt serligan leiklut, tá ið tað hevur snúð seg um at taka lut í tí fólkaræðisliga kjakinum í Norðurlondum og at veita borgarunum møguleika fyri felags upplivingum við støði í ymiskum norðurlendskum mentanum og samfelagsvirðum.
Burtur úr einum havi av tilboðum hava fleiri og fleiri borgarar í heimssamfelagnum møguleika í framtíðini sjálvir at velja, hvørjar skráir, tey skulu síggja og hoyra. Hetta er úrslitið av talgildingini á fjølmiðlaøkinum. Komandi árini fer hetta at seta avgerandi spurningar til norðurlendsku public service-fjølmiðlarnar, teirra endamál, teirra leiklut og teirra virkisøki. Hetta eru spurningar, sum danski formansskapurin nú hevur sett á skrá hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Norðurlendsku ráðharrarnir fyri mentan og fjølmiðlar og umboð fyri norðurlendsku public service-stovnarnar hava á fundi í Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum varð hildin í Tórshavn 12.-13. mai 2015, viðgjørt tær avbjóðingar, sum standa fyri framman, tá ið tað snýr seg um eina talgilda framtíð, sæð við norðurlendskum eygum.
Á fundinum undirstrikaðu ráðharrarnir týdningin av, at teir norðurlendsku public service-fjølmiðlarnir í einari talgildari framtíð framhaldandi skulu vera tann berandi megin í tí fólkaræðisliga samfelagskjakinum. Public service-fjølmiðlarnir skulu framhaldandi tryggja borgarum í Norðurlondum óheftan tíðindaflutning og eitt breitt úrval av upprunaligum, avbjóðandi og viðkomandi public service-tilfari á ein slíkan hátt har góðskan er í hásæti, og har tilfarið tekur støði í norðurlendskari mentan, samfelagsvirðum og stuðlar norðurlendskum málum.
Ráðharrarnir løgdu samstundis dent á, at tær ásetingar, sum eru galdandi fyri public service-uppgávuna, skulu gera tað møguligt, at public service-fjølmiðlarnir kunnu spjaða teirra tilfar út á slíkan hátt, at tað er atgeingiligt hjá borgarum og kann skapa virði fyri allar borgarar í tí talgilda miðlaheiminum. Serliga er hetta eisini galdandi fyri børn og ung, sum eru okkara felags framtíð.
At enda var semja um, at leikluturin hjá norðurlendsku public service-fjølmiðlunum framhaldandi verður viðgjørdur, og at tann talgildi miðlaveruleikin og ásetingar í hesum sambandi verða havdar í huga.