Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, er dagarnar 12. og 13 mai vertur fyri ráðharrafundi millum norðurlendsku mentamálaráðharrarnar.
Fundurin verður hildin í Norðurlandahúsinum.
Mentamálaráðharrarnir sum luttaka eru: Marianne Jelved úr Danmark, Illugi Gunnarsson úr Íslandi, Alice Bah Kuhnke úr Svøríki, Johan Ehn úr Álandi og Bjørn Kalsø úr Føroyum.
Mentamálaráðharrarnir hittast til slíkar fundir tvær ferðir um árið. Hesaferð hevur norðurlendska ráðharraráðið saman við danska formansskapinum valt at halda fundin í Føroyum.
Á skránni fyri fundin er m.a. fíggjarætlanin fyri norðurlendska samstarvið 2016, norðurlendskt mentanarsamstarv í framtíðini og talgilding á mentanarøkinum.
Sum eitt serligt evni hava ráðharrarnir á fundinum hesaferð sett public service – spurningin á skrá. Undir yvirskriftini: Norðurlendskir public service-miðlar – á einum talgildum vegamóti, fara mentamálaráðharrarnir saman við norðurlendsku kringvarpsstjórunum at viðgera henda háaktuella spurning.
Ferðalagið kemur til Føroya týsdagin 12. mai og fer av stað aftur mikudagin 13. mai.